15. desember 2015
Hetta er sanna søgan um perlutrappuna
- Tórshavnar kommuna roynir altíð so vítt møguligt at velja føroyska framleiðslu og føroyska tænastu. Tað gjørdu vit eisini í hesum førum, tá vit valdu at gera trappuna í Vágsbotni úr føroyskum gróti og at bíleggja tað frá Føroya Grótvirki í Skopun, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri.

- Teir á Grótvirkinum vóru sera óhepnir við óhappi við maskinum, longu undir byrjan av framleiðsluni. Síðan vísti tað seg, at tað var nógv truplari enn væntað, at framleiða størstu steinarnar. Teir skóru stórar fláir úr klettum, men meðan skorið varð, vísti tað seg, at í 6 av 8 klettum vóru sjónligar rivur í grótinum.

- Tórshavnar kommuna brýtur onga avtalu og vit fara heldur ikki at bíleggja kinesiskt grót, fyri tað um ein føroyskur framleiðari hevur trupulleikar. Teir hava veruliga roynt og gjørt sítt besta, men arbeiðið gjørdist bara nógv torførari, enn nakar hevði roknað við.

- Tí varð avgjørt í samstarvi við Entreprenør Andrias Berg, sum hevur verið sera samstarvssinnaður í øllum hesum, at leggja framleiðsluna um, so at teir smærru steinarnir vórðu gjørdir fyrst. Hetta hevur m.a. havt við sær, at gongubreytin við trappuna er um at verða liðug, meðan bíðað verður til eftir nýggjár at leggja ovastu trinini.

- Vit hava trúð og trúgva framvegis, at hetta var besta loysnin, at brúka føroyskt handverk og føroyska framleiðslu, tí tað vil kommunan menna og stuðla. Um tað tekur sína tíð, so er tað tað - men tá alt er liðugt, so verður tað ein fragd fyri okkum øll, bæði at síggja til og at brúka.

- Tað, vit so læra av hesum er, at næstu ferð, vit gera tílík arbeiði, so skal tilfarið framleiðast frammanundan, og ikki meðan arbeiðið fer fram. Nú eftir nýggjár verður farið undir seinasta partin av arbeiðnum.

- Eg kann nevna aftrat, at eitt annað, sum hevur seinkað arbeiðið, eru teir øgiliga mongu leiðingarnar í økinum, sum eitt nú SEV og Føroya Tele hava stríðst við at leggja um. Men nú er alt forarbeiðið til elveitingina gjørt, so klárt er at seta ljóssteyrarnar upp, tá seinastu trinini eru løgd, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri, at enda.