17. desember 2015
435 næmingar sungu jólini inn
Ikki eitt eyga turt í gjár, tá 435 næmingar í Skúlanum við Løgmannabreyt av hjarta sungu temalagið úr Aladdin, "A whole new world", sum rosinuna í pylsuendanum á eini hálvanannan tíma langari samanhangandi framførslu av sangi, tónleiki, dansi og sjónleiki á høgum støði.

Ein helt, at fyri at finna tónleik og sang á so høgum støði uttanlands, so mást tú at leita eftir einum tónleikaskúla. Heilt einastandandi væl fyriskipað, sera góðir tónleikarar og væl vandir sangarar, gott úrval av sangum og ótrúliga gott ljóð.

Løtan byrjaði við at øll sungu "Føgur er foldin" og síðan sungu flokkarnir uppá skift, sýndu góðan og stuttligan sjónleik, gjørdu fimleik og endaðu sum sagt við, at øll 435 skóru í av fullari kraft at syngja temalagið úr Aladdin.

Ein sera góð løta. Og enn einaferð hevði stóri Skúlin við Løgmannabreyt eina næmingaframførslu langt út um tað vanliga.