17. Desember 2015
Fingið prógv í føroyskum
Tey syngja Eitt sunnukvøld í plantasjuni av øllum alvi. Og aftaná hoyrast lógvabrestir.

Vit eru í nýggju hølunum hjá Kvøldskúlanum í Vørðsluni. í dag fingu einir 15 næmingar prógv fyri at hava staðið skeið í føroyskum máli og føroyskari mentan fyri fólk, sum ikki hava føroyskt sum móðurmál. Bergljót av Skarði hevur havt undirvísingina um hendi. Undirvísingin er fjølbroytt, og tað er ikki bara mállæra á tímatalvuni.

Tey syngja og spæla eisini sjónleik. Og soleiðis sýndu tey eisini ein leik á føroyskum fyri áhoyrarunum seinnapartin, og tey bóru somuleiðis fram heilsanir á føroyskum.

Tórshavnar Kvøld-, Ungdóms- og Listaskúli skipar fyri undirvísingini í samstarvi við Mentamálaráðið.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, segði í røðu síni, at kommunan fegnast stórliga um stóra arbeiðið fyri føroyskum máli, sum frálæran á Kvøldskúlanum borgar fyri.

- Hetta man vera størsta integrasjónstiltak nakrantíð í Føroyum, og í dag kunnu vit fegnast um aftur at síggja eitt stórt lið av okkara nýggju føroyingum her á skúlanum - og vit frøast samstundis um, at nógv hava teknað seg til framhaldsskeiðið, sum farið verður undir í januar.

- Hesi, sum ikki dugdu eitt orð á føroyskum fyri einum ári síðani, eru nú vorðin avbera stuttlig at hitta í býnum, nú tey heilsa og biðja góðandag á føroyskum. Tað fløvar og ber boð um, at tey hava fingið tann besta førningin - lykilin til okkara mentan, nevniliga málið, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Helena Dam á Neystabø, forkvinna í Mentamálanevndini, nýtti eisini høvið at ynskja næmingunum bestu eydnu í framtíðini, og hon fegnaðist um teirra týðandi leiklut í føroyska samfelagnum.

Jógvan Sørin Hansen, skúlaleiðari, handaði næmingunum prógvini.





Rigmor Dam, Mentamálafrú, ber fram røðu.