17. Desember 2015
Starvsleiðin hjá Ragnari byrjaði og endaði í sama rúmi
Á lítlari samkomu á Ráðhúsinum í dag, fekk Ragnar Magnussen, fyrstilærari í skúlanum í Kaldbak, eina heilsan við á vegnum, nú hann fer úr starvi sínum og býður tilveruni á eftirløn vælkomnari.

Tá ið Ragnar trein inn í fundarhølini á Ráðhúsinum, var hann skjótur at siga, at hann sjálvur gekk á læraraskúla, tá ið læraraskúlin í eina tíð húsaðist í hølunum, sum nú er Ráðhúsið. Í seinnu helvt av sekstiárunum var hetta hansara heimastova. Knøpp fimti ár seinni fekk Ragnar í dag eina takkarkvøðu frá borgarstjóranum, Heðini Mortensen, nú fyrstilærarin í skúlanum í Kaldbak fer frá.

Ragnar Magnussen er føddur í Sandavági 31. mars í 1947. Hann er giftur Ásu, sum úr Klaksvík. Tey bæði búgva á Argjum, eiga tvey børn og hava eisini ommu- og abbabørn.
Ragnar tók læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1971 og var lærari í Venjingarskúlanum 1971-1983, lærari og inspektørur á Føroya Handilsskúla 1983-86 og stjóri frá 1986– 2003. Síðani hevur hann verið fyrstilærari í Kaldbaks skúla, nú hann fer frá 1. januar 2016.
- Kaldbaks skúli er eitt gott arbeiðspláss. Næmingar og lærarar trívast væl, og tað er ikki minst Ragnari fyri at takka, at so er. Tað er altíð hugnaligt at koma á vitjan í skúlanum, og tú kennir teg altíð vælkomnan, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Ragnar er nærlagdur, tekur ábyrgd og hevur eina samhaldsfasta lívsáskoðan. Hann ger ikki nógv hóvasták burtur úr sær. Hevur bát saman við soninum og Ragnari dámar væl at fara í fjørðin. Hann plagar eisini at skjóta harur, legði Heðin Mortensen aftrat.
Tórshavnar kommuna takkar Ragnari fyri góða samstarvið og ynskir honum góðan byr, nú hann fer frá.

Á myndini sæst Ragnar Magnussen saman við Heðini Mortensen, sum handaði fráfarandi fyrstalæraranum málning eftir Eyðun av Reyni.