29. Desember 2015
Sløkkiliðið skal góðkenna nýggjársbálið
Tað eru strangar treytir í sambandi við at brenna nýggjársbál. Sambært kunngerð um burturkast nr. 147 frá 19. oktober 1995 er krav, at góðkenning skal fáast frá kommununi at brenna nýggjársbál.

Søkt verður um loyvi á Sløkkiliðsstøðini á telefon 30 21 00 áðrenn 31. desember 2015, klokkan 12.00.

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:
• at bert reinur, óviðgjørdur og turrur viður verður nýttur
• at støddin á bálinum er í mesta lagi 3 metrar í diametur og 2 metrar í hædd
• at bál, størri enn 3 metrar í diametur og/ella 2 metrar í hædd, skulu frammanundan góðkennast av Sløkkiliðnum við sýn á staðnum og verða bert loyvd, um Sløkkiliðið metir trygd og frástøðu at verða hóskandi til umstøðurnar
• at veðrið er til vildar, og vindferðin skal í mesta lagi verða 15 m/s
• at frástøða til hús og lutir verður nóg stór
• at navnsnevndur ábyrgdarpersónur er á staðnum
• at navn, adressa og telefonnummar verða upplýst Sløkkiliðsstøðini, telefon 302100.
• at um neyðugt verður hjá Sløkkiliðnum at fara á staðið at sløkkja ella rudda, er tað navngivni ábyrgdarpersónurin, ið fær rokning.
• at økið verður ruddað í seinasta lagi dagin eftir
• mælt verður til, at hava spannir ella vatnkør á staðnum til sløkking ella køling í samband við møguligar brunaskaðar

Sera umráðandi er, at fýrverk ikki verður tveitt í bálið.

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.