30. desember 2015
Nýggjárshald á Glaðsheyggi
Nýggjársaftan verður sum vant skipað fyri stóra tiltakinum við nýggjársbáli á Glaðsheyggi í Havn. Hetta man vera størta bálið í kommununi, sum sæst væl um allan býin.


Tiltakið byrjar í ár kl. 17, tá børn í grannalagnum ganga faklagongd, og bálið verður tendrað. 
Eisini verður felagssangur, har Simme spælir undir, og Marius Rein, sum vaks upp á Abbatrøð, fer at halda nýggjársrøðuna.

Øll eru vælkomin.

Í sambandi við tiltakið verður heitt á fólk, sum eiga bilar standandi á parkeringsøkinum á Glaðsheyggi, um at flyta teir í seinasta lagi kl. 15, siga fyrireikararnir.