Lýsing
Hoyvíkingar fáa skjótt kirkjugarð, og nú verður farið undir annað byggistig. Felagið ZRJ ger alt arbeiðið, og fyrsta byggistigið hevur gingið væl. Sum myndirnar vísa, er økið skipað, grivið er av og mold beind burtur. Teir hava sprongt og brekkað og turkað økið, har tjørn fyrr var.
Atkomuvegur frá Klingruni gjøgnum kirkjugarðin er somuleiðis skipaður og grovslættaður. Somuleiðis er parkeringsøkið grovslættað.
Annað byggistig fer at kosta áleið 4,8 milliónir, og býráðið samtykti einmælt at játta peningin á býráðsfundi í mars 2017.
Býarskipanardeildin hevur gjørt kravfestingar til málið um kirkjugarðin í Hoyvík. Fyrsta byggistig var at gera lendi til 320 gravir, at skipa atkomuveg og parkeringspláss til 72 bilar, at byggja lítið arbeiðshús til amboð og tilhald. Umframt verður garðurin girdur inni.
Kravfestingarnar siga, hvussu nýggi kirkjugarðurin verður skipaður. Kravfestingarnar eru grundskjal undir uppskoti til skipan, verkætlan, myndugleikagóðkenning/Føroya Stift, friðingarviðgerð og til løgdeildina at fyriskipa og keypa lendi frá Búnaðarstovuni.
|