Orka


Her sært tú ásetingar í bygningsreglugerðini, møguleikar við jarðhita, hitapumpu og dømi og vegleiðingar um húsaskurðir við ásetingum um orkukarm.

Krøv og reglur til Be10
1. Orkutørvurin skal roknast við forritinum Be10, sum er partur av “SBi-anvisning 213, Bygningers energibehov”.

2. Orkutørvsútrokningin skal verða váttað av tí persóni, sum hevur gjørt hana.

3. Orkukarmurin samb. BK17, sum er galdandi fyri viðkomandi bygning, skal verða upplýstur í “Kommentarer” í Be10. Dømi: Er talan um sethús við eini upphitaðari gólvvídd á 160 m2, er orkukarmurin: (70+2200/160) = 83,75 kWh/m2/ár.

4. Tilvísing til tær tekningar, ið orkutørvsútrokningin er grundað á, skal verða nágreinað í “Kommentarer” í Be10

5. Orkutørvsútrokningar skulu verða í samsvari við verkætlanina, sum byggiloyvi verður givið til.

Bygningskunngerðin
Bygningskunngerðin 2017, eisini nevnd BK17, sæst á lv.fo HER. Kunngerðin bleiv sett í gildi 1. januar 2017.