Flutningur fyri rørslutarnað

Serligi bussurin fyri rørslutarnað, ið nýta koyristól, kann umbiðjast gerandisdagar frá kl. 8-16, tó fríggjadag frá kl. 8-15.30. Bussurin hevur støð á sløkkiliðsstøðini.

Telefonnummarið til sløkkiliðsstøðina er: 30 21 00

Busskoyringin er ókeypis. Uttan fyri vanliga arbeiðstíð (kl. 8-16) og í vikuskiftinum ber til at nýta bussin sum hýruvogn. Gjaldið fyri hesar túrar er sum fyri vanligan hýruvogn, tvs. lægsta gjaldið á 80,-. Túrar uttan fyri arbeiðstíð skulu verða bílagdir áðrenn kl. 13.00 dagin fyri og til vikuskiftið áðrenn kl.14:00 fríggjadag.

Bussurin er bert til góðkendar brúkarar. Umsóknarblað um góðkenning fæst HER. Umsóknarblaðið skal sendast Heilsu- og umsorganartænastuni til góðkenningar. Heilsu- og umsorganartænastan umsitur serflutningsskipanina.

Kunna teg nærri
Heilsu- og umsorganartænastan
Brekkutún 1
188 Hoyvík
Tel. 30 20 00

Brandstøðin
Tel. 30 21 00