Flaggdagur


Mikudagin 25. apríl skipar Havnar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi á Vaglinum í Havn.

Skrúðgongan byrjar kl. 15, tá ið Havnar Hornorkestur og skótarnir í Havn fara til gongu. Gingið verður úr Kommunuskúlagarðinum oman á Vaglið. Í ár fer Regin Berg at bera fram røðu.

Henda hátíðardag verður Merkið vundið á stong, og vit minnast, at breatar viðurkendu Merkið tann 25. apríl 1940 sum tjóðmerki føroyinga. Siðvenjan við Flaggdagshaldi á Vaglinum, sum vit kenna tað, hevur verið fastur táttur á hvørjum ári síðani 1947.

Ferðslan
Frá kl. 14.00 verður gongugøtan stongd fyri allari ferðslu frá Sverrisgøtu oman á Vaglið, og Áarvegurin er stongdur frá Vaglinum til Havnargøtu. Eisini verður Mylnugøta stongd og niðasti partur av Tinghúsvegnum.

Frá kl. 15.30 til 17.30 eru hesir vegir stongdir: Áarvegur, frá Vaglinum til Havnargøtu til rundkoyringina úti við Skansan og vegurin Yviri við Strond frá rundkoyringini til Hoyvíksvegin.

Frá kl. 14.00 til 16.00 er Tórsgøta stongd, har Føroya Ellisakfør hava framsýning.

Kort yvir stongdu vegirnar sæst HER