Byggisamtyktir til hoyringar

Allar broytingar í byggisamtyktum liggja á torshavn.fo alt hoyringstíðarskeiðið. Alt tilfarið sæst eisini í Snarskivuni, í føroyskum miðlum og á Facebook verður kunngjørt hvørja ferð, ein byggisamtykt fer til hoyringar.

Ein meginregla í arbeiðinum við lendisætlanum og býarskipanararbeiði er, at borgarin er væl kunnaður og kann siga sína hugsan um tær ætlanir, sum myndugleikin hevur í kvittanum at fremja í verki borgaranna vegna.
Avtøka av serstøku byggisamtyktini fyri Garðstún, matr. nr. 135a og 32a, Kirkjubøur

Tilfarið liggur frammi til hoyringar í Snarskivuni og á torshavn.fo/byggisamtyktir frá 30. september 2019 til 11.
november 2019.




Skalt tú byggja?
Vert at vita
Bygningskunngerðin
Bygningskunngerðin 2017, eisini nevnd BK17, sæst á lv.fo HER. Kunngerðin bleiv sett í gildi 1. januar 2017.