Parkering

Á heysti 2015 samtykti býráðið parkeringspolitikk fyri Tórshavnar kommunu.

Kort yvir parkeringsbásarnar og ymisku tíðaravmarkingarnar í miðbýnum sæst HER

Kommunan er farin undir at fremja átøk úr parkeringspolitikkinum í verki. Endamálið er stigvíst at dagføra og betra parkeringsviðurskiftini í kommununi.

Parkeringsøkini í Tórshavn eru skipaði soleiðis og við ymiskum tíðaravmarkingum:

• Parkeringsøki 1 í miðbýnum, har flestu parkeringsbásar eru tíðaravmarkaðir
• Á Hálsi: Títlingsvegur, Heykavegur og Staravegur.
• Á økinum hjá SMS og Tjaldurs Apoteki.
• Við Havnarskrivstovuna á Eystaru Bryggju.
• Við Landssjúkrahúsið.
• Við Glasir í Hoydølum.

Parkeringsøkið á Argjum er á Argjavegi (frá Rættargøtu til Traðagøtu) og á Traðagøtu (frá Argjavegnum til Fíggjarmálaráðið).

Tríggir parkeringsvørðar hava eftirlit við parkeringini. Gjaldið fyri ólógliga parkering er 200 krónur.

Reglugerð
Lesið reglugerðina áðrenn, tygum søkja um parkeringsloyvi. Les hana HER
Parkeringsloyvi
Søk um parkeringsloyvi í miðbýnum HER.
Ofta settir spurningar
Ofta settir spurningar eru at síggja á síðuni HER.
Kæra um parkeringsgjald
Heldur tú, at tú av órøttum hevur fingið bót fyri ólógliga parkering, ber til at kæra til Fútaskrivstovuna. Kæran verður at senda til:

Fútaskrivstovan
Postboks 3018
110 Tórshavn
Tel. 35 14 48

Skrivstovan er opin mánadag til fríggjadag kl. 10-15.

Parkeringsøki 1
Hetta er lesiturin fyri parkeringsøki 1:

• Handilsgøtur (30 min)
• Bústaðargøtur (2 tímar)
• Stóru parkeringsøkini (8 tímar)

Stóru parkeringsøkini eru á Skálatrøð, á Frúutrøð, á Glaðsheyggi, undir Svínaryggi og við Lonirnar.

Parkeringsøkið á Bursatanga er 2t.

Kort yvir parkeringsøki 1 sæst niðanfyri