kom og fanga okkum

Tórshavnar kommuna er við á tiltakinum Kom og fanga okkum, sum verður í Keypmannahavn leygardagin 21. apríl 2018. Her fer kommunan at práta við lesandi útisetar um møguleikarnar at koma í starvsvenjing í nakrar mánaðir ella í hálvt ár sum partur av útbúgvingini.

Vit siga: Royn tína vitan í verki og fá innlit í eitt spennandi arbeiðspláss. Í Tórshavnar kommunu eru nógvir møguleikar at koma í starvsvenjing sum partur av lesnaðinum. Les meira um ymisku deildirnar í kommununi niðanfyri.

Les meira um tiltakið HER.