Beint eystanfyri dagstovnin í Nólsoy verður stykkjað út til 5
grundøki.
Støddin á grundøkjunum eru góðar 500 fermetrar.
Eftir ætlan byrjar arbeiðið í februar og verður liðugt í mai, tá
útstykkingarvegurin verður asflateraður.
Grundøkini verða ikki grivin út og planeraði, og kostnaður er mettur til 165.000,- kr.
Grundøkini verða lutaði út millum tey, ið melda til og lúka
treytirnar fyri at luttaka í almenna lutakastinum.
Freistin at melda til er 8. mars 2018.
Tá ein hevur meldað til, fær ein sjálvirkandi
kvittan frá Tórshavnar kommunu við boðum um at senda váttan frá peningastovni
um, at ein hevur tøka fígging til grundøki. Slík váttan er treyt fyri, at ein
kann luttaka í lutakastinum. Skilagott
er tí at seta seg í samband við peningastovn um hetta beinanveg.
Sí annars treytirnar fyri lutakastinum í
reglugerðini ovast á teiginum til høgru.
|