Golfvøllur á Glyvursnesi

Golf er ikki nýggj ítrótt í Føroyum, men umstøðurnar til golf hava higartil verið avmarkaðar.

Tórshavnar Golffelag varð stovnað í 1989 og hevur um 150 limir. Fyrstu árini varð spælt á Vatnaskørðum, men seinnu árini hevur verið spælt úti á Glyvursnesi.

Í 2008 varð nýggj byggisamtykt fyri uml. 300.000 fermetrastórum øki á Glyvursnesi gjørd soleiðis, at økið er skipað sum D2-ítróttaøkið.

Á vári 2012 fóru veruligar fyrireikingar um nýggjan golfvøll við 18 holum/breytum í gongd. Samband varð tikið upp við íslendingin Edwin Roald, golfvallararkitekt, sum í 2013 lat úr hondum uppskot til snið og bygging av golfvølli. Samlað økið til golfvøllin var uml. 630.000 fermetrar.

Í 2017 var ætlanin endurskoðað soleiðis, at verkætlanin verður liða sundur í stig við 9 holum/breytum sum fyrsta máli.

Broyting í lógini um landsjørð hevur við sær, at til ber hjá kommununi at leiga lendið til endamálið. Samráðingar eru í løtuni í gongd um treytirnar hesum viðvíkjandi.

Kunna teg nærri
Jóan Petur Hentze
Trivnaðarstjóri
t-post: joanpetur@torshavn.fo
telefon 212885