Parkering til tung akfør


Á Skarðshjalla ber til hjá vinnuni at leiga pláss til tung aktør. Leigumálið er í minsta lagi 1 mánað í senn, og leigugjaldið er 1.000 kr./mðr.

Leigumálið kann nýtast til akfør hjá leigara, og talan skal vera um buss ella lastvogn, ið er skrásettur til vinnuliga nýtslu og hevur nummarspjaldur.

Talan er um 16 parkeringsbásar. Parkeringsbásarnir eru á matrikkul nr. 139i á Skarðshjalla 31.

Áhugaðir leigarar kunnu venda sær til kommunala verkstaðin á Hjalla, telefon 30 21 05.

Økið er 2.479 m2 til víddar.


Kunna teg nærri
Áhugaðir leigarar kunnu venda sær til kommunala verkstaðin á Hjalla, telefon 30 21 05.