Sosiala deild

Bygnaðarliga er Sosiala deild partur av Trivnaðarfyrisitingini við tilvísing til Trivnaðarstjóran. Sosiala deild umsitur Barnaverndartænastuna, sosialar íbúðir í kommununi og onnur sosial mál. Á Sosialu deild starvast 22 fólk. Tað eru 2 skrivstovufólk, 2 sálarfrøðingar, 6 familjuráðgevar, 11 sosialráðgervar og ein deildarleiðari. Stórsti parturin av starvsfólkunum starvast við barnavernd burturav.

Útbúgvingar
Sosialráðgevar
Cand ped psyk
Sálarfrøðingar
Námsfrøðingar (allir námsfr. Hava eftirútbúgving: cand pæd psyk, psykuterapeut, marte meo terapeut, alkoholráðgevi)

Uppgávur gerandis
Flestu starvsfólk arbeiða við barnavernd burturav. Barnaverndartænastan arbeiðir út frá barnaverndarlógini og setur fyriskipanir í verk, fyri at tryggja trivnaðin hjá børnum/ familjum.

Verkætlanir í løtuni
Á deildini arbeiða vit burturav við barnavernd. Politiskt verður dentur lagdur á fyribyrging, mentorskipan, heilsuskipan, Headspace o.s.v.
Arbeitt verður eisini vð at menna tað sosiala arbeiðið og at førleikamenna starvsfólk.

Hvønn vegin gongur menningin á deildini

Deildin hevur verið í eini menningartilgongd í longri tíð, har høvuðsyvirskriftirnar eru at veita fyriskipanarliga, yrkisliga og borgaraupplivda dygd. Vit vilja styrkja okkum á hesum økjum.
Gongdin aðrastaðni er, at sosialráðgevar hava færri mál, men hetta krevur meira starvsfólkorku.

Uppskot til evni til starvslesandi og/ella uppgávuskriving
Deildin hevur sera nógv viðkomandi evni fyri sálarfrøðilesandi og sosialráðgevar
Tann føroyska lóggávan í mun til tí donsku
Fosturforeldurskipanin
Rigga fyriskipanir, ið eru settar í verk?
Máta úrslitini av tí, ið verður gjørt