Byggi- og umhvørvisdeildin

Umhvørvisdeildin er partur av teknisku fyrisiting. Á umhvørvisdeildini arbeiða trý starvsfólk, og virkar deildin innan tær fíggjarligu játtanir, ið býráðið samtykkir. Deildin arbeiðir við at fáa umhvørvið raðfest í øllum virksemi hjá Tórshavnar kommunu. Deildin skipar fyri tiltøkum og átøkum til tess at fáa borgaran tilvitaðan um eitt burðardygt umhvørvið. Deildin hevur eisini fráboðanir um dálkingar um hendi og er eftirlitsmyndugleiki við lógum og kunngerðum á umhvørvisøkinum.

Deildin arbeiðir eisini við ymiskum verkætlanum á umhvørvisøkinum, sum taka støði í umhvørvispolitikkinum ‘Grøna leiðin’ hjá Tórshavnar kommunu, t.e. verkætlanir innan burturkast og endurnýtslu, orkuøkið, náttúru v.m. Grøna Leiðin stingur út í kortið, hvussu vit í øllum virksemi taka atlit at umhvørvinum soleiðis, at komandi ættarlið hava somu møguleikar at gagnnýta náttúruna og tess tilfeingi eins og undanfarin ættarlið. Hetta er eitt týðandi stig á leiðini soleiðis, at umhvørvið verður raðfest enn hægri. Til ber at lesa samtykta umhvørvispolitikkin á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Útbúgvingar
Á deildini arbeiða 3 sivilverkfrøðingar í evnafrøði, umhvørvi og havfrøði. Tvey starvsfólk hava somuleiðis PhD útbúgving.

Uppgávur gerandis
Eftirlitsmyndugleiki á umhvørvisøkinum, ymiskar verkætlanir, átøk og tiltøk.

Verkætlanir í løtuni
Eitt nú verkætlanir um tilfeingið, orku, burðardygga ferðslu, skráseting í ArcGIS og ymiskar smærri verkætlanir.

Avbjóðingar
‘Tað grøna’ hevur í løtuni viðrák í samfelagnum og er sera viðkomandi í okkara samfelag. Tað er tí til tíðir ein avbjóðing at lofta øllum teimum uppgávum, sum vit fáa fyrispurning ella áheitan um. Tískil vilja vit fegin taka ímóti firvaldum og starvslesandi at hjálpa við teimum spennandi uppgávunum, sum deildin hevur í gerandisdegnum.

Uppskot til evni til starvslesandi og /ella uppgávuskriving
Tosa við okkum á deildini.