Navnakapping - ungdómstilboð á argjahamri


Skipað verður fyri navnakapping, nú Tórshavnar kommuna í næstum letur upp nýtt ungdómstilboð á Argjahamri.

Uppskotini, sum koma inn, verða løgd fyri nevnd. Í nevndini eru umboð fyri nýggja stovnin, forkvinnan í næmingaráðnum í Skúlanum á Argjahamri og leiðarin á Barna- & ungdómsdeildini hjá kommunu. Nevndin tekur síðani støðu til uppskotini, sum komin eru inn.

Latnar verða 1.000 krónur til vinnandi navnið.

Treytirnar eru hesar:
• Navnið skal vera lætt at siga
• Tórshavnar kommuna tilskilar sær rætt til ikki at taka av nøkrum av teimum uppskotum, sum koma inn.

Freistin at senda inn uppskot er sunnudagin 27. mai 2018.
Send títt uppskot