Frúutrøð íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna bjóðar samtøkum at luttaka í undangóðkenningini um at byggja, fíggja og umsita íbúðir og tilhoyrandi parkering og fríøki á Frúutrøð, matr. 645a við verandi musikkskúla- og læknabygningi.

Sambært § 1 í Kunngerð nr. 122 frá 22. desember 2000 um almet útboð av kommunalari fastogn skal fastogn hjá kommununi verða boðin út alment, áðrenn ognin verður seld.

Øll hava møguleika at søkja um at verða undangóðkend. Tey, sum bjóða (tilboðsgevarar) uppá verkætlanina, binda seg til at byggja, fíggja og umsita íbúðir og tilhoyrandi parkering og fríøki. Hetta merkir, at tilboðsgevarar eru toymi skipað við ráðgevum, umboðum frá byggivinnuni, íleggjarum og eisini persónum/fyritøkum, ið kunnu umsita leiguíbúðir.

Freist at lata inn fylgiskjal_01 fyri at blíva undangóðkend er 13. august 2018.
Spurningar ísv. útbjóðingina á Frúutrøð verða savnaðir og svaraðir her
Eru tað tey, sum skulu byggja, sum skulu stovna felagið til at umsita leiguíbúðirnar?
Einasta inntøkan hjá kommununi er kostnaðurin hjá samtakinum fyri lendið
Nær verður limirnir í dómsnevndin valdir? Og kann mann koma við uppskotum?