Dagstovnar 0-18 ár
Børnum í Tórshavnar kommunu standa í boði eitt dagstovnatilboð, sum tryggjar teimum ein tryggan, heilsugóðan og mennandi gerandisdag, har trivnaður, viðurkenning og lívsgleði eru grundarlag undir at menna sjálvsvirðið, álitið á tilveruna og hugin at læra. Dagstovnarnir í Tórshavnar kommunu virkar eftir Dagstovnalógini. Til ber at lesa meira um námsfrøðiligu tilboðini í Tórshavnar kommunu Dagstovnatilboð við høgari góðsku hava stóran týdning fyri barnsins framtíð og útbúgving. Tí vil kommunan menna sosialu, skapandi og fakligu førleikarnar hjá børnunum og harvið tryggja børnum okkara eina virkna framtíð sum ábyrgdarfullir borgarar í samfelagnum. Kommunan vil veita øllum børnum eitt savnandi námsfrøðiligt tilboð við pláss fyri øllum - sama hvørjar fortreytirnar eru.
Lesast kann um barna- og ungdómspolitikkin hjá kommununi HER
Tórshavnar kommuna hevur ymisk námsfrøðilig tilboð til børn og ung. Tey fevna umvøggustovur og barnagarðar, sum eru fyri børn frá 0 til 7 ár, frítíðarskúlar sum eru tilbørn í forskúla, 1. og 2. flokki og ymisk sløg av klubbvirksemi til børn og ung frá 3.flokki og upp til 18 ár. Til ber at lesa meira um námsfrøðiligu tilboðini í Tórshavnar kommunu