Preia okkum

Hevur tú eina fráboðan um t.d. rottur, vespur, gøtuljós, sum ikki lýsa, hol í vegnum, óynsktan vøkstur, sum t.d. skøru og hindber, vatn og rusk á lendisgøtum, so kanst tú boða frá beinleiðis her á heimasíðuni.

Gjørt verður vart við, at er talan um oljuleka, vatnleka og annað bráðneyðugt, skalt tú ringa 302010.
Soleiðis preiar tú
1.



Skriva adressuna, har trupulleikin er, í adressuteigin høgrumegin pílin „Hvar“.

2.




Vel adressuna í teiginum. Trýst síðan á kortið fyri at góðkenna staðið fyri fráboðanini.

3.


Trýst á „Góðkenn staðseting“ undir kortinum.

4.










Vel hvat títt prei snýr seg um. Fyrst velur tú „Slag“, síðan „Lutur“ og seinast „Evni“. Tað er týdningarmikið, at tú velur ynskta evnið, soleiðis at tað er avmerkt svart, annars kemur knøtturin „Góðkenn“ ikki fram í gráa teiginum. Trýst síðan á „Góðkenn“ fyri at koma víðari.

5.




Um møguligt, minst so til at senda mynd/-ir saman við tínum preii. Tað ger okkara arbeiði lættari.

6.



Kanna, at upplýsingin er røtt, og trýst síðan á „Send inn“ niðast í gráa teiginum.

7.



Skriva navn, teldupost og telefonnummar. Trýst á „Góðkenn“.

8.




Nú er preiið sent inn. Vilt tú fylgja við, hvat síðan hendir, so kanst tú fáa eina støðufráboðan í telduposti. Fylg boðunum á skíggjanum.