Spælistovan Blóman í Hoyvíkshøllini

Spælistovan Blóman er at finna í kantinuni í Hoyvíkshøllini og er ætlað børnum, ið ikki ganga á dagstovni og foreldrum teirra.

Ætlanin við spælistovuni er, at foreldur, avvarðandi og børn kunnu koma og njóta samveru við onnur vaksin og børn við spæli, hugna og práti. Tiltakið er eisini væl egnað til teirra, sum eru í kommununi í styttri ella longri tíðarskeið, uttan at barnið hevur kommunalt dagstovnatilboð.

Í spælistovuni kunnu bæði vaksin og børn møta øðrum í somu støðu og á henda hátt er tað eitt gott høvi at samantvinna barnaspæl og prát millum tey vaksnu.

Spælistovan er ábyrgdarøki hjá Barna- og ungdómsdeildini í Tórshavnar kommunu. Opið er í Hoyvíkshøllini mánadag, týsdag og hósdag millum kl. 10.00 og 13.00




BARN
- bóka ansingarpláss