
Ferðslan á ólavsøku
Ferðslan er broytt á ólavsøku. Høgrumegin sært tú neyv kort yvir, hvar og nær ferðsla er loyvd í miðbýnum á ólavsøku.
Mikudagin, 18. juli, kl. 18.00 - 22. juli, kl. 10.00 er Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu og oman á Vaglið stongd. Pallur og útgerð til Tórsfest verður sett upp og tikin niður.
Fríggjadagin 27. juli, kl. 08.00 - 30. juli, kl. 12.00 er Niels Finsensgøta frá Sverrisgøtu oman á Vaglið stongd. Prideskrúðgongan endar á Vaglinum, og sølutjøld og -vognar verða settir á pláss.
Fríggjadagin 27. juli, kl. 18.00 - 30. juli, kl. 12.00 er Tórsgøta frá Sverrisgøtu oman í Vágsbotn stongd. Sølutjøld og -vognar verða settir á pláss.
Fríggjadagin 27. juli, kl. 18.00 - 20.00 er Myllnugøta, Skálatrøð og økið undir Bakka stongt fyri ferðslu. Ólavsøkurenningin hjá Bragdinum er á skránni.
Leygardagin, 28. juli, kl. 13.00 - 14.00 er Tróndargøta frá Sjúrðagøtu og oman til Kongagøtu stongd fyri ferðslu. Gjørt verður klárt til skrúðgonguna.
Leygardagin 28. juli, kl. 12.00 - 30. juli, kl. 12.00 er Niels Finsensgøta frá Sjónleikarahúsinum og oman á Vaglið, Áarvegur, Myllnugøta, Tórsgøta, Vágsbotnur og Skálatrøð stongd. Undantikið Bussleiðini og Bygdaleiðir er ferðsla ikki loyvd tvørturum Niels Finsensgøtu á vegamótinum Bøkjararbrekka/Steinatún hetta tíðarskeið. Ólavsøkan er á skránni.
Leygardagin 28. juli, kl. 14.00 – 19.00 er Eystara Bryggja, Havnagøta til Jónas Broncks gøta og Erling Jarlsgøta stongd. Kappróður er á skránni.
Sunnudagin 29. juli, 14.00 – 16.00 er vestara helvt av Havnargøtu stongd. Føroya sterkasti maður á skrá.
Ferðsluforðingar vegna trygd
Innanfyri læsta økið í miðbýnum verða av trygdarávur staðsettar ferðsluforðingar. Hesar verða settar upp um morgunin ólavsøkuaftan. Meðan hetta verður gjørt, verður ferðslan tarnað nakað á staðnum. Undir Trygd ber til at síggja kort, hvar ferðsluforðingarnar verða staðsettar.
|