Trygd


Á ólavsøku skipar Tórshavnar kommuna í samstavi við aðrar myndugleikar fyri trygdarátøkum. 

Ferðsluforðingar verða settur upp kring miðbýin, og um kvøldi og náttina ólavsøkuaftan og -dag ganga samarittarar hjá Reyðkrossi runt í býnum, so til ber at veita skjóta hjálp, har tørvur er á tí. Samarittarnir halda til í Posthúskjallaranum.

Í Steinatúni verður skipað fyri vaktarhaldi, so bussleiðin kann virka ótarnað, og í Vágsbotni er vaktarhald fram við sjóvarmálan.