Bústaðarpolitikkur

Viðmerkingar og svar til kjakuppritið til bústaðarpolitikkin

Kjakuppritið til bústaðarpolitikkin hevur ligið til almenna hoyring í 3 mánaðir. Fleiri enn 200 fólk eru
møtt upp til teir fýra borgarafundirnar, sum hava verið hildnir í ávikavist Finsen, skúlanum á
Argjahamri, skúlanum við Løgmannabreyt og í Nólsoy, og kommunan hevur móttikið áleið 50 skriftligar viðmerkingar. Niðanfyri eru innkomnu spurningarnir og viðmerkingar flokkaðir og svaraðir.

PARKERING, FERÐSLA OG VEGAKERVI

Um fólk skulu støðast í útjaðaranum, má buss- og ferjusambandið fylgja býarmenningini.
Svar: Tað er SSL, sum varðar av bygdaleiðum og ferjusambandi til útjaðaran, og Tórshavnar kommuna varðar av býarbussunum. Tórshavnar kommuna vil framvegis arbeiða fyri at betra um leiðina hjá býarbussunum til útjaðaran og nýggju býarpartarnar í kommununi. Við hesum stuðlar kommunan menningini á bygd og í bý. Harumframt vil kommunan royna at ávirka ferðasambandið, sum SSL varðar av.

BÚSTAÐARVIÐURSKIFTI:

Bústaðarpolitikkurin tykist SERA óítøkiligur, og tað tykist ikki, sum kommunan veruliga tekur trupulleikan í álvara. Kommunan má fata, at einasta gongda leið er stórar íbúðareindir við 100-200 íbúðum í hvørjari eind.
SVAR: Bústaðarpolitikkurin er ein langtíðarætlan og okkara amboð til at stýra býarmenningini. Tað er burturúr politikkinum, at ítøkiligar verkætlanir skulu spíra. Kommunan hevur ikki heimild til at byggja bústaðir, men kann vera ein týðandi viðleikari. T.d. verður økið á Frúutrøð, sum er kommunalt lendi, nú selt við teirri treyt, at tað verða bygdar uml. 50 íbúðir.

Kommunan hevur bara heimild at byggja til eldri. Kunnu tit ikki tosa við Sirið Stenberg um, at allar kommunur saman fáa heimild at byggja til onnur.
SVAR: Kommunan ynskir ikki at fara í beinleiðis kapping við privatu byggivinnuna. Kommunan kann stuðla undir tilgongdina um at fáa privat at byggja. T.d. við at selja kommunalt lendi við treytum.

Bíðilistar

Hevur kommunan bíðilista til íbúðir og eldraíbúðir?
Svar: Kommunan hevur ongan bíðilista til bústaðir ella grundstykkir. Fyri nøkrum árum síðan varð bíðilistin til kommunal grundstykki avtikin, og kommunan fór ístaðin at luta grundstykkini út gjøgnum alment lutakast. Tað finnast fyrimunir og vansar við báðum skipanum, men ein av høvuðsorsøkunum til, at skipanin varð broytt, var at loyva útisetum at fáa møguleika at keypa eitt kommunalt grundstykki.
Tað almenna bústaðarfelagið, Bústaðir, hevur ein bíðilista til leiðubústaðir, annars má vísast til privatar byggiharrar.
Tó umsitur Sosiala deild og Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar kommunu nakrar bústaðir og nøkur røktar- og sambýlispláss, sum eru til borgarar við serligum sosialum tørvi og heilsutørvi.


Útstykkingar

Kommunan má eisini bjóða út øki til vanlig sethús.
Svar: Sum tað eisini framgongur í bústaðarpolitikkinum, vita vit, at nógv vilja búgva í egnum sethúsum, tí fer TK framhaldandi at útstykkja til sethús. Vit vita somuleiðis, at áhugi er fyri íbúðum og raðhúsum, tí verður eisini útstykkjað til hesi bústaðarsløgini. Við hesum verður bústaðarmarknaðurin fjøllbroyttur og til ein breiðan borgaraskarða.

Prísur

Hvussu tryggja tit bíligar bústaðir?
Svar: Í dag hava seljari og útleigari fyrimunin á bústaðarmarknaðinum, tí eftirspurningurin er størri enn útboðið. Við at fáa fleiri partar inn at byggja leigubústaðir, verður eitt størri útboð skapað, og hetta kann fáa prísin eitt sindur niður. Tað sama kunnu fleiri útstykkingar til bústaðir. Fleiri bústaðir á marknaðinum kunnu somuleiðis vera við til at skapa umferð á bústaðarmarknaðinum.
Í skattalógini eru broytingar gjørdar í mun til skatting av inntøkum frá langtíðarleigu, sum gera tað meiri áhugavert hjá fólki at langtíðarleiga. Hetta fegnast kommunan um, tí hetta kann møguliga ávirka útboðið og leiguprísin.

Royna tit at virka fyri bústaðarstuðli?
Svar: Tað er ein landsuppgáva at geva bústaðarstuðul til tey, ið eru ringast fyri fíggjarliga, um mett verður, at hetta er eitt átak, sum er neyðugt.

Um bygt verður bíligt, fáa vit slum.
Svar: Tá kommunan bjóðar út lendi til bygging, verða treytir settar til t.d. byggilist og vakurleika. Kommunan kann ikki seta slíkar treytir til bygging á privatum lendi, men bygningskunngerðin frá 2017 er galdandi fyri øll og tryggjar, at byggingin lýkur krøv innan m.a. dygd og orkunýtslu.

Privatir partar í leigubústaðarbyggingini

Hvussu ítøkiliga stuðlar TK undir, at privatir aktørar gerast partur av leigubústaðarbyggingini?
Svar: Vit hava arbeitt fyri at fáa fleiri privatar partar inn á marknaðin og hava arbeitt fyri at fáa ymsu partarnar at finna saman í toymi, soleiðis at vit fáa eitt ískoyti til Bústaðir.Vit hava kannað og fingið avklárað, at tá ein byggifyritøka byggir rørsluvinarligar leigubústaðir og selur hesar til ein bústaðarumsitara, so er mvg-frítøkan enn galdandi (vísandi til § 3b í mvg-lógini).

At stuðla privatum pørtum á leigubústaðarmarknaðinum er ein ógvuliga dýrur háttur at hjálpa teimum sum mangla bústað.
Svar: Privatu partarnar hava ikki sama møguleika at byggja og leiga út líka bíliga sum Bústaðir, tí fíggingin av byggingini er øðrvísi. Hetta er Tórshavnar kommuna greið um, men tað, at privat byggja leigubústaðir, veksur um útboðið og harvið møguleikan at fáa prísin niður.

Býartætting

Arbeiða tit við at tætta býin - síggi ikki nakað konkret dømi?
Svar: Lestraríbuðir í Finsen og íbúðarbygging á Frúutrøð eru góð dømir uppá býartætting. Kommunan ynskir at hava ein virknan og týðandi leiklut í hesi menning, og ætlanin er tískil at kanna, um fleiri kommunalir bygningar og lendi kunnu seljast til slíkar verkætlanir.

Byggisamtyktir/ætlanir

Umhugsar kommunan at gera reglurnar meira smidligar fyri byggisamtyktir?

SVAR: Mann fer undir at endurskoða almennu byggisamtyktina í mun til bygningskunngerðina frá 2017, so tað ikki stendur tað sama í báðum. Tá hetta arbeiðið er liðugt, fer mann undir at eftirkanna tær serstøku byggisamtyktirnar. Gera meiri nágreiniligar rættningslinjur.

Í stórum kommunalum verkætlanum eru ikki somu krøv, sum í stórum privatum verkætlanum. Kommunan broytir bara byggisamtyktina, sum henni lystir.
SVAR: Byggisamtyktir eiga ikki at verða broyttar einans við tí endamáli at planleggja eftir tørvinum hjá einstøkum borgara ella virki, men heldur við atliti at heildarsjónarmiði. Allar broytingar í byggisamtyktum skulu til almenna hoyring í 6 vikur og síðani góðkennast av landsmyndugleikunum. Kommunali eftirlitsmyndugleikin ansar bert eftir, at kommunan hevur tikið avgerð sína sambært galdandi lóg, og tekur ikki støðu til, um kommunalar avgerðir, ið eru tiknar innan fyri lógarinnar karmar, eru rímiligar, ella um tær eru skilagóðar ella ikki.

Hvat er markið fyri støddina á einum øki í eini byggisamtykt?
SVAR: Eitt náttúruligt avmarkað øki, t.d. ein trøð.

Verandi kommunuætlan eigur at verða broytt og dagførd
SVAR: Kommunuætlan 2014 er í løtuni við at verða endurskoðað og dagførd.

Lutaíbúðir

Ein fantastiskur møguleiki, sum ikki tykist at vera troyttur í álitinum um bústaðarpolitikk, er lutaíbúðir. Tórshavnar Kommuna, kanska í samstarvi við Bústaðir, kundu bygt størri býlingar ella umbygt verandi ognir, soleiðis at lutaíbúðir kunnu veitast borgarunum. Tað er ein gyltur millumvegur millum leigubústaðir og fastogn. Tey ungu, sum ikki hava ráð at taka stór lán, høvdu meira sannlíkt fingið til vega eitt lán til eina lutaíbúð, og harafturat vildi leigan syrgt fyri, at ung kundu hava eitt sindur av eginogn.
SVAR: Tað er einki í bústaðarpolitikkinum, sum talar ímóti lutaíbúðum, tvørturímóti kundi tað verið ein áhugaverd verkætlan. Lutaíbúðir eru ikki nevndar í bústaðarpolitikkinum av tí orsøk, at hetta er stórt sæð óroynt í Føroyum, og vit kunnu tí ikki siga við vissu, hvussu útlitini verða. Skipanin við lutaíbúðum í DK er øðrvísi enn í Føroyum, og tí er ringt at samanbera. Kommunan fer ikki við í slíkar verkætlanir, tí heimild er ikki fyri hesum.

Bústaðarskylda

Legg gjald á tómu húsini í Nólsoy fyri tænastur sum vatn, veg o.a. ognarskatt á hús nr. tvey.
SVAR: Hetta er ein landsuppgáva, og sum nú er finst ongin lóg, ið gevur kommunum heimild til hetta. Tó samtykti býráðið tann 20. juni 2018 at heita á landsins myndugleikar at útvega kommunum lógarheimild at lýsa bústaðarskyldu á útvaldum økjum.

Tað er heilt óskiljandi, at kommunan ikki lýsir bústaðarskyldu í Tórshavn, Hoyvík og Argjum.
SVAR: Tað finst eingin lóg um bústaðarskyldu, og tískil hevur kommunan ikki heimild til hetta. Sum nú er, hevur bústaðarskylda verið tinglýst í skeytinum í seinastu útstykkingini í Nólsoy.

Eldrabústaðir

Íbúðir til eldri, umlætting og ellisheimspláss í Nólsoy.
SVAR: Røktarbústaðir, pláss á umlættingar-, ellis- og røktarheimi eru ein kommunal uppgáva. Kommunan yvirtók eldraøki fyri fáa árum síðan og er tískil í eini menningartilgongd, har vit enn ikki eru komin á mál, og vit mangla fleiri pláss runt í kommununi. Í løtuni er ikki raðfest ellis- og røktarheim í Nólsoy.

Íbúðarkompleksið, sum hevur eina treyt, at tú skalt vera 60+ fyri at kunna eiga eina íbúð í kompleksinum, og so kann kommunan íverkseta lítið hús til facilitetir til teirra, sum hava tørv á ein hvørjari hjálp.
SVAR: Sum sagt er kommunan enn í eini menningartilgongd, tá tað kemur til eldraøkið, og arbeiðir við ymsum uppskotum til millumloysnir, áðrenn ein fer á røktarheim.

Ynski um eldraíbúðir, nógv standa i kø at sleppa út úr sethúsum.
SVAR: Nógv eldri fólk kunnu búgva í einum vanligum bústaði (sethúsum, tvíhúsum ella íbúðum) ein stóran part av lívinum, og tí ynskir kommunan eisini at stuðla undir at fáa bygt fjølbroyttir bústaðir, sum allir aldursbólkar kunnu vera í, men hetta vil kommunan yvirlata til Bústaðir og privatu vinnuna.

Ikki byggja eldrabústaðir beint við Royndarhúsið í Nólsoy, har Bústaðir kanska fer at byggja !! Har verður ringt at byggja í einari hædd, har er vánaligur sólargangur - og har kann vera sera ófriðarligt, tá bygdahúsið er leigað út, bæði til veitslur og legur. Har er nógv betri at byggja íbúðir til lesandi og yngri fólk.
SVAR: Hendan viðmerking er send til Bústaðir.

Íbúðarbygging til eldri á Frúutrøð?
SVAR: 30% av íbúðunum á Frúutrøð verða settar av til aldursbólkin 60+ ár.

Ein fyritíðarpensiónistur spyr um, hvussu viðkomandi fær ein bústað.
SVAR: Viðkomandi kann seta seg í samband við Almannaverkið, um viðkomandi hoyrir til málbólkin hjá teimum.


1. Hvussu koma ferðsluviðurskiftini at verða skipað og síggja út?

Her verður m.a. hugsað um busslummar, bilaferðslu, súkklandi, gandandi og aðrir bleytir trafikantar, hvar út- og innkoyringar verða, hvar langtíðarparkering verður, stutttíðarparkering, av- og áseting osv., soleiðis at nýggi eigari av økinum kann taka atlit fyri ferðsluviðurskiftunum.

Svar:
Kommunan er farin undir at gera ferðslukanningar og kemur at gera ymiskar tillagingar í mun til ferðsluna, um tørvur er til tess. Mett verður tó ikki, at hettar ávirkar økið, sum verkætlanin skal gerast á.
Hvar inn- og útkoyringar skulu liggja hongur saman við, hvussu verkætlanin verður skipað, og er tí ein partur av tí, sum kommunan og vinnandi toymið setur seg saman um, tá man er komin so langt.
Viðvíkjandi parkering, sí punkt 2.


2. Hvar verður parkeringsøki, sum verða tikin úr økinum, staðsett og eru hesi viðurskifti avkláraði við stovnar og virkir, grannar, sum í dag brúka parkeringsøkið?

Svar:
Parkeringin á Frúutrøð eru almenn parkeringspláss, og tí ikki ætlað einum ávísum bólki, men øllum borgarum í kommununi. Grannarnir eru kunnaðir um verkætlanina, herundir parkeringsviðurskifti. Kommunan er tó greið yvir, at tá almennu parkeringsplássini á Frúutrøð hvørva, er neyðugt at útvega onnur parkeringspláss í økinum. Arbeitt verður við at finna eitt annað stað at leggja framtíðar parkeringsøkið. Ætlanin er, at tað skal liggja tætt við. Tað ber ikki til enn at upplýsa, hvar tað verður, tí tað er ikki liðugt viðgjørt. Kommunan fer at kunna alment, tá nýggj staðseting av parkeringsplássi er endalig samtykt.


3. Hvørjar væntanir eru til framtíðina í økinum, og eru fortreytirnar fyri hesi framtíðarímynd grundfest í eini heildarætlan ella serstakari byggisamtykt?


Svar:
Tað er ikki gjørt ein heildarætlan fyri økið, men í løtuni er ongin ætlan um, at økið sum so skal nýtast til onnur endamál, enn tey, sum tað í dag verður nýtt til: bústað og handil.
Frúutrøð er hugsað sum ein ætlan fyri býartætting. Í løtuni eru ongar ætlanir um aðra býartætting í økinum.
Fyri hetta økið verður ein serstøk byggisamtykt gjørd, tá man kennir verkætlanina.


4. Hevur kommunan gjørt eina økisætlan, við nýggjum bygningum, ferðslu og parkering, við hagtølum fyri býlingin? Um ja, nær kann henda væntast at verða framløgd og implementerað?


Svar:
Nei, sí omanfyri.


5. Fyri at kunna gera eina realistiska tíðarætlan fyri eina slíka verkætlan, er neyðugt at ein nágreinilig ætlan fyriliggur fyri niðurtøku og avrudding av verandi læknahølum og Musikkskúla á økinum. Er ein slík ætlan gjørd?


Svar:
Tað er upp til vinnandi tilboðsgevara at avgera, um verandi bygningar á økinum verða varðveittir og endurnýttir ella tiknir niður, og tí er ein møgulig niðurtøku eisini ein partur av verkætlanin.
Sambært tíðarætlanin í útbjóðingartilfarinum verður sølan av økinum ikki framd fyrr enn á heysti 2019. Tá skulu øll verða flutt út úr bygningunum, og sostatt verða bygningarnir tøkir til endamálið.

XXX mælir til at umsóknarfreistin fyri undangóðkenning, ið er sett til 13. august 2018, verður útsett til spurningarnir omanfyri eru svaraðir.

Svar:
Kommunan metur ikki, at spurningarnar geva orsøk til at útseta undangóðkenningina. Kommunan ynskir, at gongd kemur á verkætlanina sum skjótast, og ynskir tí ikki at útseta freistina.

Uppskot frá borgarum:

Eldrabústaðir, lítil býlingur à la Tórsbyrgi, við leiguíbúðum og keypsíbúðum í ymiskari stødd til ymiskar aldursbólkar hevði verið optimalt.

Eldraíbúðir nakað à la Revagarðin, Lonirnar í Eysturbýnum.

Missiónshúsið á Argjum kann gerast til bústaðir.

Koyr tvær hæddir omaná Venjingarskúlan og ger til eldraíbúðir við røkt.

Fleiri bátaplass í Havn, so mann kann fáa ein húsbát.

Ístaðin fyri at kommunan selur grundstykkir, so leiga tey út til 100 kr. fermetur tey næstu 100 árini, so byggir keyparin húsini sjálvur.

Skoyta uppí bústaðarverkætlanir í Havn, at teir entreprenørar, ið taka á seg at byggja í Havn eisini binda seg at byggja nakrar lestraríbúðir og nakrar eldraíbúðir í Nólsoy.

Fáið fatur á Hoydølum til eldraíbúðir – Røktarheim.

Íbúðir til barnafamiljur/eldri fólk kundi verið sum lonirnar (tær gulu) - gott at blanda ung og eldri.

Alstórur tørvur á grundøkjum í Kaldbak – fyri at bygdin yvirlivir!