Kommunan hevur verið í einari langari og spennandi tilgongd at lýsa alternativar møguleikar innan bústaðarbygging, og í 27. september samtykti býráðið at bjóða lendið undir Kongavarða út í almennari sølu til bygging av leiguíbúðum.

Talan er um bygging á 10.500 fermetrar, ið kemur at standa í røðini við síðuna av teimum fimm íbúðarhúsunum, sum vórðu bygd í 2007. Niðanfyri økið er raðhúsabygging, og oman fyri økið eru sethúsaútstykkingar á Klingrutjørn.

Økið undir Kongavarða er sostatt eitt øki við fjølbroyttum bústaðarmøguleikum, har vit koma at síggja sethús við egnum grønum øki, raðhúsum við felags hentleikum og íbúðarhúsum av ymiskum støddum.

Sum liður í ætlanini hjá kommununi um at skapa ein fjølbroyttan bústaðarmarknað, verður hendan verkætlanin boðin út til bygging og umsiting av leiguíbúðum. Økið verður tískil karmur um ymiskleika, har leigubústaðir kunnu fáast til taks hjá borgarum við ymiskum tørvi.

Týsdagin 2. oktober kl. 15 verður kunnandi fundur í Posthúskjallaranum um verkætlanina og útbjóðingartilfarið, har viðkomandi partar, m.a. byggifyritøkur, ráðgevar, íleggjarar, persónar ella fyritøkur, ið kunnu umsita leigumál, og sum eru áhugað í at bjóða uppá verkætlanina, eru vælkomin.

Freistin at bjóða uppá lendið er mánadagin 5. november kl 16.00, og Tórshavnar kommuna ynskir, at íbúðirnar standa innflytingarklárar í seinasta lagi í 2021. 
 
Tú finnur útbjóðingartilfarið her: Útbjóðingartilfar Undir Kongavarða