Klaguvegleiðing til foreldur og avvarðandi á dagstovnaøkinum

Um foreldur/avvarðandi eru ónøgd við eitthvørt á dagstovnaøkinum, er umráðandi at samskift verður á røttum stað um avbjóðingarnar.

Tískil er henda vegleiðing gjørd til foreldur/avvarðandi:
• Ert tú ónøgd/ónøgdur við, hvussu starvsfólkið tekur sær av tínum barnið, skalt tú venda tær til avvarðandi starvsfólk.
• Ert tú ónøgd/ónøgdur við yvirskipað viðurskifti á dagstovninum, skalt tú venda tær til stovnsleiðaran.
• Ert tú ónøgd/ónøgdur við tænastuna ella tænastustøði, sum Tórshavnar kommuna bjóðar á dagstovnaøkinum, skalt tú venda tær til viðkomandi dagstovnaleiðara, áðrenn tú vendir tær til Barna- og ungdómsdeildina.