Skúlin á Argjahamri hevur eitt frálíkt forskúlatilboð. Í forskúlanum verður bygt á teir lunnar, ið eru lagdir í heimi og dagstovni, og er forskúlin sostatt ein brúgv millum dagstovn og skúla.

Gerandisdagurin í forskúlanum er skipaður í samstarvi millum pedagogar og lærarar, har leikur og spæl eru týðandi partar av innlæringini. Arbeitt verður við málmenning, rørslu, sosialum førleikum, børnini læra týdningin av at samstarva, tey læra um náttúruna og verða eggjað til at arbeiða við handaligum og listarligum evnum. Stutt sagt verða børnini stimbrað við øllum eginleikum, ið brynja tey til skúlalívið.

Børnini eru í forskúla fyrrapart. Seinnapart er møguleiki fyri at fara í frítíðarskúla.

Les um forskúlan á Argjahamri her: sah.fo og um Frítíðarskúlan á Argjahamri her: argjahamri.fo