Fyribyrgjandi ergoterapi í FIMI

Ert tú 67 ár ella eldri og borgari í Tórshavnar kommunu, ber til hjá tær at venja saman við øðrum í FIMI. Fyribyrgjandi ergoterapi samantvinnar kropsligu, sálarligu, sosialu og fatanarligu førleikarnar.

Vant verður týsdag og hósdag fyrrapart í 10 vikur í FIMI í Gundadali, og kostnaðurin er kr. 600,- fyri skeiðið.

Aðruhvørja ferð er ein drekkamunnur eftir venjingina, har luttakararnir skiftast um at hava okkurt afturvið til drekkamunnin. Endamálið við fyribyrgjandi ergoterapi er:

  •  At stuðla undir og fremja góða heilsu
  •  At økja kropskensluna
  •  At økja lívsgóðskuna
  •  At lætta um gerandisdagin
  •  At viðlíkahalda sosialu førleikarnar

Fyri at luttaka í fyribyrgjandi ergoterapi er neyðugt:

  •  At koma til og frá FIMI sjálv/sjálvur
  •  At megna at koma niður og upp av gólvinum sjálvstøðugt
  •  At megna at røra seg uttan ov nógvar steðgir. Tað er í lagi at nýta høkju, stav ella rollator
  •  At hava hug til sosiala samveru saman við hinum luttakarunum
Tilmelding fer fram við at seta seg í samband við Tórshavnar kommunu, Heilsu- og umsorganartænastuna, Ergoterapeuttoymið t-postur: ergo@torshavn.fo ella á tel. 302000