Býarverkfrøðingur

Dámar tær at leggja til rættis og at arbeiða við strategi? So er tekniska deild í Tórshavnar kommunu møguliga títt nýggja arbeiðspláss.

Tórshavnar kommuna sóknast eftir einum dugnaligum býarverkfrøðingi at standa á odda fyri at umsita, menna og útbyggja undirstøðukervið í Tórshavnar kommunu.

Talan er um eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú arbeiðir saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum, og har tú hevur góðar møguleikar at menna teg fakliga. Tú fert at hava ábyrgdina av at røkka teimum málum, sum kommunan hevur sett sær á økinum. Tú hevur eisini fíggjarliga ábyrgd umframt at verða leiðari fyri starvsfólkum.

Tórshavnar kommuna arbeiðir støðugt við at menna fyrisitingina fyri at kunna geva viðskiftafólki okkara eina góða tænastu. Sum býarverkfrøðingur ert tú partur av leiðslutoyminum á teknisku fyrisiting, ið er skipað í Byggi- og umhvørvisdeild, Býarskipanardeild, Húsaumsiting, Teknisku deild og Verkætlanardeild.

Fyri at geva býarverkfrøðinginum góðar umstøður at arbeiða yvirskipað, hevur býráðið samtykt at gera ein nýggjan rakstrarstovn, sum skal taka sær av øllum rakstri á tekniska økinum. Hetta skal geva býarverkfrøðinginum høvi at arbeiða yvirskipað og strategiskt.

HØVUÐSUPPGÁVUR
Høvuðsuppgávan hjá býarverkfrøðinginum er at tryggja, at dentur verður lagdur á nýhugsan, høgt tænastustig, munadygga umsiting, og so skal hann harumframt syrgja fyri, at deildin verður ein sjónligur partur av kommunalu fyrisitingini við at veita eina góða tænastu til politikarar, borgarar og vinnulív.

Býarverkfrøðingurin stendur á odda fyri at leggja arbeiðið til rættis á teimum økjum, hann umsitur, og hann skal tryggja, at tey mál, sum býráðið hevur sett sær fyri, verða framd. Býarverkfrøðingurin skal eisini tryggja, at kommunan kann taka við teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman á tekniska økinum.

Virksemi og raðfestingar skulu verða grundað á støðulýsingar, og í øllum málum skulu atlit takast at umhvørvinum.

Økini, sum býarverkfrøðingurin umsitur, eru:

• 
Vegakervi, við gongu- og súkklubreytum

Kloakk, vatn, gøtuljós og aðrar tekniskar leiðingar

Ferðsla og parkering

Bussleiðin

Kort-skipan (ArcGis)

Sum býarverkfrøðingur ert tú leiðari fyri teknisku deild við uml. 10 starvsfólkum, og tú hevur yvirskipaðu ábyrgdina av rakstrarstovninum og verkstaðnum.

ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Umsøkjari skal hava útbúgving sum verkfrøðingur og hava neyðugar royndir á teimum økjum, sum Býarverkfrøðingurin umsitur. Tú skalt duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum máli. Hevur tú leiðslu- og fyrisitingarligar royndir, er tað ein fyrimunur.

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Dentur verður lagdur á, at tú:

• 

hevur góð leiðsluevni og megnar at veita eina
góða tænastu


hevur høgt trúvirði og ert álitisvekjandi í øllum
samstarvi

dugir væl at samskifta og hevur slagmátt (gjøgnumslagkraft)


kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn og
megnar at raðfesta í fjølbroyttum uppgávum


dugir at arbeiða undir trýsti og megnar at halda
fast í røttum avgerðum

dugir at skapa og røkja sambond

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya, deildarleiðari 3.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. mars 2019. Umsóknin skal merkjast „Býarverkfrøðingur“.

MEIRA FÆST AT VITA
Vit práta fegin við møguligar umsøkjarar um starvið. Meira fæst at vita við at venda sær til tekniska stjóra, Marius Müller, á tlf. 215209 ella kommunustjóran, Bjørgfríð Ludvig, á tlf. 280909.

  Rakstrarleiðari

Dámar tær at arbeiða við rakstri og at skipa arbeiði hjá arbeiðsbólkum, er nýggi rakstrarstovnurin í Tórshavnar kommunu møguliga títt nýggja arbeiðspláss.

Tórshavnar kommuna sóknast eftir einum framsøknum rakstrarleiðara at standa á odda fyri øllum rakstri av undirstøðukervinum í Tórshavnar kommunu.

Talan er um eitt nýstovnað og spennandi starv, sum krevur góð leiðsluevni og eina sterka fakliga barlast.

Tórshavnar kommuna er í stórum vøkstri, og uppgávurnar á tekniska økinum eru nógvar. Fyri at skipa og menna arbeiðið betri, soleiðis at kommunan kann geva eina enn betri tænastu, hevur býráðið samtykt at gera ein nýggjan rakstrarstovn, sum skal taka sær av øllum rakstri á tekniska økinum.

Vit bjóða eitt fjølbroytt og spennandi starv, har tú fært týðandi leiklut á teknisku fyrisiting og arbeiðir saman við nógvum dugnaligum starvsfólkum. Sum rakstrarleiðari fert tú at mynda stovnin og at standa fyri at leggja til rættis og útinna allar tær rakstraruppgávur, sum stovnurin umsitur.

HØVUÐSUPPGÁVUR
Høvuðsuppgávan hjá rakstrarleiðaranum er at skipa og menna raksturin soleiðis, at kommunan kann veita eina munadygga og góða tænastu. Tú skalt duga at síggja møguleikar og áhaldandi góðskutryggja arbeiðsgongdir og tænastur, sum stovnurin umsitur.

Rakstrarleiðarin skal tryggja, at stovnurin er eitt gott og mennandi arbeiðspláss, har starvsfólkini trívast. Stovnurin fer at hava tætt samstarv við teknisku deild, aðrar deildir, stovnar og vinnulívið.

Virksemi og raðfestingar skulu verða grundað á støðulýsingar, og í øllum málum skulu atlit takast at umhvørvinum.

Økini, sum stovnurin umsitur, eru:

• 
Vegir og gøtur

Kloakkir

Vatnveiting

Gøtuljós

Asfalt og ferðsla

Reinhald

Gartnarin

Tiltøk o.a.

Tú hevur fíggjarliga ábyrgd og verður leiðari fyri uml. 80 starvsfólkum, sum eru skipaði í arbeiðsbólkar við formonnum.

Rakstrarleiðarin hevur tilvísing til býarverkfrøðingin.

ÚTBÚGVING OG ROYNDIR
Umsøkjari skal hava útbúgving sum byggifrøðingur ella líknandi og hava neyðugar royndir á økinum. Tú skalt duga væl at samskifta bæði munnliga og skrivliga á føroyskum máli. Hevur tú leiðslu- og fyrisitingarligar royndir, er tað ein fyrimunur.

PERSÓNLIGIR EGINLEIKAR
Dentur verður lagdur á, at tú:

• 

hevur góð leiðsluevni og megnar at veita eina
góða tænastu


ert jaligur og dugir at síggja møguleikar og
loysnir

dugir væl at samskifta og skapa álit


kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, dugir at
raðfesta og at arbeiða undir trýsti

SETANARVIÐURSKIFTI
Starvið verður sett og lønt sambært avvarðandi sáttmála.

UMSÓKN
Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir skal vera Tórshavnar kommunu, torshavn@torshavn.fo í hendi í seinasta lagi mánadagin 25. mars 2019. Umsóknin skal merkjast „Rakstrarleiðari“.

MEIRA FÆST AT VITA
Vit práta fegin við møguligar umsøkjarar um starvið. Meira fæst at vita við at venda sær til tekniska stjóra, Marius Müller, á tlf. 215209 ella kommunustjóran, Bjørgfríð Ludvig, á tlf. 280909.
 









__________________________________________________________________________________________________