Kort
Her fært kunnað teg og kagað í kort yvir eitt nú parkering, bussleiðina, saltkassar.
Síðan verður dagførd við nýggjum kortum so hvørt sum hesi verða gjørd.
Kirkjugarðar
smámynd kirjugarður
Kortið vísir gravir skrásettar í kirkjugørðum í Tórshavnar kommunu. Brúkari kann leita eftir gravarnummar ella navni á tí jarðaða.
Hesir kirkjugarðar eru talgildir í løtuni:
  • undir Heygnum Mikla
  • á Svínaryggi
Arbeitt verður við at fáa allar kirjugarðar talgildar í Tórshavnar kommunu.
Bussleiðin
smámynd bussleiðin
Kortið vísir bussleiðina í Tórshavnar kommunu. Brúkarin kann síggja busssteðgipláss og bussrútur. Tað ber eisini til at brúka Google Maps til leggja bussferðina til rættis. Klikk her fyri at lesa meira um bussleiðina á okkara heimasíðu ella fyri at síggja ferðaætlanina.
Parkering
smámynd bussleiðin
Kortið vísir staðseting og tíðaravmarkingar á parkeringsbásum. Eisini ber til at síggja yvirlit yvir tal av basum á ymiskum parkeringsøkjum. Klikk her til at lesa meira um parkering á okkara heimasíðu.
Ferðsluavmarkingar
smámynd vegarbeiði
Kortið vísir verandi og komandi ferðsluavmarkingar orsakað av vegarbeiði í kommununi.