Mattænata – døgurði heim til fólkapensjonistar

Møguleiki er at søkja um mattænastu frá Heilsu- og umsorganartænastan. Tænastan kann fáast fyri eitt styttri ella longri skifti. Í mattænastuni fáa tygum góðan kost, ið er av alstórum týdningi fyri heilsu og vælveru. Endamálið er at tryggja gott føðslustøði og stimbra vælveruna og lívsgóðskuna hjá borgaranum.

Mattænastan er fyrst og fremst tilætla heimabúgvandi fólkapensjonistum, ið ikki megna at gera døgurða.

Ein kann ynskja heilan døgurða (1/1), sum kostar kostar 50 kr. Ella tríkvart døgurða (3/4), sum kostar 45 kr.

Í serligum føri kann tænastan veitast borgarum undir 67, sum búgva í egnum heimi. Avgerð um at veita hesa tænastu verður tikin við støði í einari fakligari meting.

Sí umsóknarblað og faldara í høgru síðu.

Faldarar
Trýst á myndina fyri at taka niður faldaran: