REINGERÐARTÆNASTA – VERKÆTLAN 2019
TILBOÐ TIL FÓLKAPENSJONISTAR

Í 2019 hevur Heilsu- og umsorganartænastan haft eina royndarverkætlan, har reingerð varð veitt til heimabúgvandi fólkapensjónistar í Tórshavnar kommunu.
Hendan royndarverkætlan var fyri 2019, og endaði sum avtalað, 31. des. 2019.

Eftirmetingin vísti, at tænastan virkaði væl og vóru flest allir borgarar sera væl nøgdir við tænastuna.

Vit fegnast um at kunna boða frá at Býráðið hevur samtykt, at reingerðartænastan skal halda fram.
Heilsu- og umsorganartænastan fer tí í næstum at bjóða reingerðartænastuna út, sambært innkeyps- og útboðspolitikkinum hjá Tórshavnar kommunu. Samstundis verða gjørdar nakrar tillagingar av tænastuni, við støði í eftirmetingini, sum Tórshavnar kommuna hevur gjørt av tænastuni.

Í løtuni ber tó ikki til at siga meira ítøkiliga um, hvussu tænastan verður skipað frameftir.
Miðað verður ímóti at kunna bjóða tænastuna aftur í mars mánað.