VilT tú vera Sjálvboðin?
Heilsu- og umsorganartænastan í Tórshavnar Kommunu leggur dent á, at eldri borgarar trívast, eru virknir í gerandisdegnum og luttaka í tí felagsskapi, sum gevur meining fyri tann einstaka.

Kjarnuuppgávan hjá Heilsu- og umsorganartænastuni er við miðvísari umsorgan, tænastu, heimatænastu, heilsu- og sjúkrarøkt at stuðla borgaranum soleiðis, at hann gerst virkin og vakin alt lívið.

Fleiri eldri borgarar eru nógv einsamøll og ynskja sær tí vitjan og onkran at práta við, at sleppa út at spáka ein túr, ella eitthvørt annað sum tey hava hug til.

SAMSTARV VIÐ FÓLKAHEILSURÁÐIÐ
Heilsu- og umsorganartænastan og Fólkaheilsuráðið samstarva um verkætlanina ABC fyri sálarliga heilsu.

ABC fyri sálarligari heilsu er verkætlan, sum arbeiðir við at skapa betri trivna og sálarliga heilsu.

Boðskapurin er sera einfaldur, ver virkin, ver saman og ver hugbundin. At vera sjálvboðin hóskar væl til henda boðskapin. At vera sjálvboðin gevur betur sálarliga heilsu, bæði hjá tí sjálvbodna og tí sum tann sjálvbodni hjálpir. 

Kanningar vísa at tey sum eru hugbundin í sjálvbodnum arbeiði, hava tvífaldan møguleika at fyri góðari sálarligari heilsu. Sjálvboðin eru meira nøgd við lívið, samanborið við tey, ið ikki gera sjálvboðið arbeiði. Tíðin og orkan tú leggur í sjálvboðið arbeiði kemur tí bæði tær sjálvum og øðrum til gagns.

Sum sjálvboðin fært tú møguleika at knýta nýggj sambond, tú lærir nakað nýtt og tú gert gott fyri onnur. Alt nakað sum hevur góða ávirkan á sálarligu heilsuna.



SAMSTARV VIÐ REYÐAKROSS
Heilsu- og umsorganartænastan hevur tætt samstarv við Vitjunartænastuna hjá Reyðakrossi.

Áleið 30 vitjunarvinir frá Reyðakrossi vitja javnan eldri borgarar, sum búgva á eldrabústovni ella í egnum heimi. 

Sostatt ber til at vera vitjunarvinur hjá Reyðakrossi og samstundis vera sjálvboðin í Heilsu- og umsorganartænastuni. 

At vera sjálvboðin í Heilsu- og umsorganartænastuni kann vera so nógv, tað er bara hugflogi sum setur mørkini. Um tú hevur hugskot og ynski um at gera okkurt sjálvboðið á eldraøkinum, so vilja vit fegin frætta frá tær. 


Samband
Ynskir tú at vita meira, ella hevur tú hug at gerast sjálvboðin, hoyra vit fegin frá tær:

Heilsu- og umsorganartænastan
Brekkutún 1 • 188 Hoyvík

Telefon 302000
heilsuhúsid@torshavn.fo
Filmur
Trýst á myndina fyri at taka niður filmin:

Faldari
Trýst á myndina fyri at taka niður faldaran:
Meira kunning
Vitjunartænastunan og faldari frá Reyða Krossi Føroya, sæst niðanfyri: