Ólavsøka 2020

Ólavsøka í ár er nógv øðrvísi. Býurin verður skrýddur og prýddur, og ólavsøkan verður sett við skrúðgongu, sum siður er ólavsøkuaftan. Tó verða færri luttakandi sambært almennu tilmælunum, og flestøll fara at fylgja við setanini heimanífrá. 

Aftur í ár fara føroyingar at huga sær í Havn í føroyskum klæðum á ólavsøku, hitta fólk og práta. Men korona ger, at havnarfólk og allir gestir taka øll neyðug fyrilit, og at hvør ansar sær sjálvum.

Á hesi síðuni fært tú alt at vita um ólavsøkuna 2020. Her eru allar hentar upplýsingar. Tú kanst kaga í skránna, vita nær bussarnir koyra ella lesa meira um ferðsluna á tjóðhátíð okkara.