Persónsupplýsingarpolitikkur fyri borgarar

Endamálið við kunningini er at tú, sum borgari, fært svar uppá spurningar viðvíkjandi dátutrygd í Tórshavnar Kommunu og tíni rættindi í mun til okkara viðgerð av persónsupplýsingum.

Sum liður í okkara kommunala virksemi, skráseta og brúka vit upplýsingar um teg (persónsupplýsingar), fyri at kunna halda okkara avtalur við teg um tænastur og veitingar.

Tórshavnar Kommuna tekur dátutrygd og verju av tínum persónsupplýsingum í størsta álvara. Ikki einans við at tryggja okkara kt-skipanir, men eisini við, at okkara starvsfólk í dagliga yrki sínum eru kunnaði og tilvitaði um, hvussu vit handfara persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.

1. TÁ TÚ SKRIVAR TIL OKKARA
Tá tú skrivar til okkara mæla vit til, at tú nýtir teldupost, av tí at hetta er skjótari og lættari hjá okkum at avgreiða. Hevur tú spurningar um tíni rættindi í samband við viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú seta teg í samband við Snarskivuna í TK. Upplýsingar um, hvussu tú setur teg í samband við Snarskivuna síggjast í punkt 9.

Sambært Persónsupplýsingarlógini (PUL) skal Tórshavnar Kommuna upplýsa teg um fylgjandi:

• 
Hvør hevur ábyrgdina av teimum upplýsingum eg lati kommununi?


Endamálið og rættargrundarlagið undir viðgerðini av tínum persónsupplýsingum

Hvørji eru tíni rættindi

Hvaðani persónsupplýsingarnar eru útvegaðar

Um persónsupplýsingarnar verða latnir øðrum, og tá til hvønn


Varðveitslu av tínum persónsupplýsingum, eitt nú hvussu leingi vit goyma tínar upplýsingar

Samband við Snarskivuna

2. TÓRSHAVNAR KOMMUNA ER DÁTUÁBYRGDARI
Tórshavnar Kommuna hevur ábyrgdina fyri persónsupplýsingarnar kommunan viðger um teg. Sum dátuábyrgdari skulu vit tryggja, at viðgerðin av tínum upplýsingum er í samsvar við PUL.

Vit skulu m.a. tryggja:

• 

At vit hava loyvi at viðgera tínar persónsupplýsingar. Hetta merkir um vit t.d. hava lógarheimild, samtykki ella, um neyðugt, viðgerðarloyvi.

At tú kanst útinna tíni rættindi

At møgulig brot á dátutrygdina verða fráboðaði Dátueftirlitinum

3. TÍNI RÆTTINDI
Tú hevur sambært PUL eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Ynskir tú at útinna tíni rættindi, kanst tú seta teg í samband við Snarskivuna í TK. Upplýsingar um, hvussu tú setur teg í samband við Snarskivuna síggjast í punkt 9.

Rætturin til at síggja upplýsingar (rætturin til innlit)

Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar kommunan hevur um teg. Fyri at vit á besta hátt kunna viðgera tína umbøn, heita vit á teg, í samband við eina umbøn, at greiða okkum frá hvat øki í kommununi tú hevur havt samband við, t.d. heimahjálp, dagstovnur, skúli v.m. So er lættari hjá okkum at finna upplýsingarnar fram.

Rætturin til at átala

Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til, at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.

Rætturin til at biðja um rætting, striking ella steingjan

Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa rættað, strikað ella stongt persónsupplýsingar, sum eru rangar, villleiðandi ella eru viðgjørdar ímóti lóg ella ásetingum, heimilaðum í lóg. Rætturin er ikki endaligur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og endamál gevur kommununi rætt til at varðveita persónsupplýsingarnar.

Rætturin til at afturkalla samtykki

Um kommunan viðger tínar persónsupplýsingar grundað á samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Hetta kann gerast á sama hátt sum samtykki varð givið. Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu. Gev gætur, at vit eisini halda fram við at brúka tínar persónsupplýsingar td. fyri at yvirhalda eina avtalu vit hava gjørt við teg, ella um vit hava ein lógarásettan rætt til at gera so.

4. RÆTTURIN TIL AT KÆRA
Um tú hevur spurningar til viðgerðina av persónsupplýsingum, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum á torshavn@torshavn.fo sí eisini punkt 9 um upplýsingar um samband.

Um tú ikki ert nøgdur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum, kanst tú lata inn kæru ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Tú kanst til eina og hvørja tíð fara til dómstólarnar fyri at fáa ein sak avkláraða viðvíkjandi viðgerð av persónsupplýsingum.

Undantøk til rættindi hjá skrásetta

Tað eru ávísar løgfrøðiligar fyriskipanir, sum avmarka vavið í mun til hvussu langt skyldur og rættindi røkka. Millum annað, fevnir rætturin til innlit og um upplýsingarskyldu ikki um persónsupplýsingar, sum:

1) 
 
um tær koma í ljósmála, kunnu skaða landsins trygd, verju ella samskifti við útlendskar tjóðir ella felagsskapir,
2)

eiga at dyljast við atliti at fyribyrging, eftirkanning, avdúking og rættarsókn í revsimálum,
3)

ikki er ráðiligt, at skrásetti fær kunnleika um, havandi í huga heilsuna hjá skrásetta ella tøtt persónssambond við skrásetta,
4)
eru fevndar av tagnarskyldu, ásett í lóg,
5)

bert eru í innanhýsis arbeiðsskjølum, og sum ikki eru útflýggjaðar øðrum,
ella
6)

áhugin hjá tí skrásetta at fáa kunning um, eigur at víkja fyri, orsakað av altavgerandi almennum ella privatum áhugamálum.

Um innlit verður noktað, skal grundgevast fyri hesum við tilvísing til heimildina.

Fyri upplýsingar, sum verða fyrisitingarliga málsviðgjørdar fyri almennu umsitingina, kunnu frávik gerast í rættinum til innlit samsvarandi ásetingunum í lógini um alment innlit § 2, §§ 7-11 og § 14.

5. HVØRJAR UPPLÝSINGAR SVARA VIT UM TEG OG HVAT ER RÆTTATGRUNDARLAGIÐ?
Í nógvum førum er neyðugt hjá Tórshavnar Kommunu at innheinta upplýsingar um teg, t.d. um vit skulu viðgera eitt mál. Tað kunnu vera upplýsingar frá øðrum almennum myndugleikum ella felagsskráir t.d. TAKS ella fólkayvirlitið. Í øðrum førum biðja vit um upplýsingar tá tú vendir tær til okkara ella brúkar eina sjálvvirkandi loysn.

Vit innsavna einans upplýsingar, sum eru neyðugar fyri at vit fáa viðgjørt títt mál. Tórshavnar Kommuna hevur, sum myndugleiki, aloftast heimild í lóg at viðgera tínar persónsupplýsingar, og hvørjar upplýsingar vit mugu innsavna. Um heimildin ikki er lógarfest, biðja vit um samtykki frá tær áðrenn upplýsingarnir verða innsavnaðar.

Tú hevur altíð rætt til at vita, hvar frá vit innsavna upplýsingar um teg í samband við títt mál í Tórshavnar Kommunu. Tað umsitingarøki, sum viðger tínar upplýsingar hevur skyldu til at upplýsa teg um hetta í samband við málsviðgerðina.

6. HVUSSU GOYMA VIT UPPLÝSINGAR?
Í Tórshavnar Kommunu menna vit áhaldandi, hvussu vit á besta hátt tryggja, at tínar upplýsingar eru goymdar trygt. Um upplýsingarnar eru elektroniskar verða tær goymdar í tryggari skipan. Hetta er galdandi bæði fyri upplýsingar vit sjálvi savna inn og fyri upplýsingar vit fáa frá tær í samband við eitt mál.

Í deildum har málsviðgerðin ikki er elektronisk, tryggja vit, at deildirnar hava møguleika fyri at steingja upplýsingarnar inni, og hava eina trygga mannagongd fyri, at bert viðkomandi starvsfólk hava atgongd til upplýsingarnar.

7. HVUSSU LEINGI GOYMA VIT TÍNAR PERSÓNSUPPLÝSINGAR?
Tá vit goyma tínar persónsupplýsingar í samband við okkara arbeiði, fylgja vit galdandi mannagongdum fyri, hvussu leingi vit mega goyma tínar upplýsingar. Hvussu leingi vit goyma upplýsingarnar valdast, hvat slag av máli og, hvat fyri umsitingarøki talan er um. Í summum førum hava vit skyldu til at goyma og varðveita upplýsingar til eftirtíðina.

Um upplýsingar, vit viðgera um teg, eru skeivar, hevur tú rætt til at fáa hesar upplýsingar rættaðar, strikaðar ella stongdar. Um upplýsingar ikki longur eru viðkomandi ella neyðugar fyri tað endamál, ið tær eru savnaðar inn til, og Tórshavnar Kommunu ikki hevur lógarásetta skyldu at goyma upplýsingarnar, so skulu hesar strikast.

Tórshavnar Kommuna strikar upplýsingar tá skyldan at goyma upplýsingar gongur út, og eitt møguligt arkiveringskrav er uppfylt.

8. ILLGRUNI UM, AT ÓVIÐKOMANDI HEVUR FINGIÐ ATGONGD TIL PERSÓNSUPPLÝSINGAR
Tórshavnar Kommuna hevur fokus á at fyribyrgja trygdarbrotum, millum annað við at tryggja okkara kt-skipanir, fysisk hølir og leypandi útbúgva og menna okkara starvsfólk í mun til viðgerð av persónsupplýsingum. Hóast fyribyrgjandi virksemi, kunnu trygdarbrot henda, og tí er tað umráðandi, at tú setur teg í samband við Tórshavnar Kommunu, um tú fært ein illgruna um trygdarbrot.

Fært tú ein illgruna um, at óviðkomandi hava fingið atgongd til tínar persónsupplýsingar, skalt tú seta teg í samband við Tórshavnar Kommunu skjótast gjørligt. Upplýsingar um samband síggjast í punkt 9 niðanfyri.

9. ÁBYRGD OG SAMSKIFTI
Tórshavnar Kommuna er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til Snarskivuna í Tórshavnar Kommunu. Snarskivan vegleiðir og tryggjar, at tú, sum borgari, fært fatur á rætta persóni, og kanst fáa viðkomandi vegleiðing.

Tórshavnar Kommuna
Snarskivan
Vaglið
Postsmoga 32
110 Tórshavn

Teldupostur: torshavn@torshavn.fo – alt samskifti skal vera skrivligt og viðmerkjast persónsdáta

10. LEINKI
Á heimasíðuni hjá føroyska dátueftirlitinum dat.fo finnur tú fleiri upplýsingar um dátutrygd og verju av persónsupplýsingum.

Allar aktivar heimasíður hjá Tórshavnar Kommunu skulu hava eitt leinki til Persónsupplýsingarpolitikki fyri borgarar hjá Tórshavnar Kommunu.