Spurningar og svar
• Hvat er støddin av høllini og amboðsrúmum í kvm.
- Sjálv høllin er 185 kvm. Plantekningar eru at finna á høgra bredda á hesi síðuni. Gev gætur, at atgongd er til balkong í sunnara endanum av høllini.

• Er aldursbólkurin bert 2-10 ár, ella kann tilboðið víðkast til eisini at vera galdandi fyri børn eldri enn 10 ár, evt. aðrar tíðir?
- Ja, tilboðið kann víðkast í samráð við veitara, ið fer at reka spælitilboðið. Fokus eigur tó at vera á eitt tilboð til yngru børnini.

• Eru opningstíðirnar læstar til tær ásettu í rakstraravtaluni?
- Nei, tíðirnar kunnu í ein mun verða tillagaðar í samráð við veitara. Tó eiga tíðirnar at vera umleið teimum ásettu í avtaluni.

• Skal talan vera um rørslutilboð, ella eru tilboð so sum borðspøl ein møguleiki?
- Primert eigur tilboðið at verða hugsað sum eitt rørslu- og spælitilboð, men onki er neyvt ásett um samansetingina. Kommunan er opin fyri ymsum uppskotum hesum viðvíkjandi.

• Skal høllin brúkast til innandura ítrótt um kvøldarnar og tískil kunna ruddast hvørt kvøld? Kann nakað amboð ella leika standa permanent ella verða fest í gólv/veggir?
- Sum útgangsstøði skal høllin ruddast eftir, at tilboðið letur aftur hvønn dag.

• Hvussu er støðan við atgongd og hentleikum fyri rørslutarnað í virkishølinum?
- Tað er atgongd til sjálva høllina fyri rørslutarnaði. Hentleikar so sum ves verður somuleiðis gjørt atkomuligt.

• Er køkur tøkur? Um køkur er, er hann industriellur, so tað er møguligt at selja matvørur/lætt gjørdan mat, so sum toast ella køkur/kaffi?
- Sum nú er, er ongin køkur planlagdur í høllini, men tað ber til at gera einfaldar hentleikar antin í onkrum av hjárúmunum, so tað ber til at gera kaffi o.a. Køkur verður ætlandi settur upp tá nærri er greitt, hvat royndartilboð verður í verkætlanini.

• Er tað krav at tænastan skal vera vinnurekandi?
- Ætlanin er, at tann sum rekur tilboðið stendur fyri tí sjálvstøðugt í samstarvi við Tórshavnar kommunu.

• Er tað krav at selja atgongumerki til tænastuna?
- Ja, men ætlanin er, at talan er um lagaligt gjald.

• Er tað møguligt hjá Tórshavnar Kommunu at veita fyrstuhjálparskeið til fyrisitarar?
- Ikki beinleiðis. Endaliga rakstraravtalan tekur støðu til ymisku viðkomandi viðurskiftini, ið Tórshavnar kommuna vil rinda til veitaran fyri tænastuna.

• Er samsýning fyri arbeiðstíð partur av rindingini fyri tænastuna?
- Ja, lagt er upp til, at tænastuveitarin fær samsýning fyri tænastuna, ið eisini fevnir um arbeiðstíð.

• Hvussu nógv parkeringspláss eru tilknýtt hølini í Finsen?
- Ongi eru burturav, men høllin er partur av p-økinum hjá Finsen. Tað eru annars fleiri parkeringspláss í økinum kring Finsen.

• Ber tað til at sleppa at síggja høllina – nær?
- Ja. Nærri verður at frætta um nær, væntandi fyrst í februar.

• Hvat skulu amboðsrúmini brúkast til, annað enn goymslu av spæliútgerð?
- Amboðsrúmini eru til goymslu av útgerð til hetta tilboðið og annað virksemi hjá dagstovni, frítíðarvirksemi v.m. Ikki er endaligt greitt enn, hvussu rúmini verða skipaði.
Virknishøllin í Finsen

Útboð um spælitilboð í Finsen 
Ætlanin er, at niðara høllin í Finsen skal vera karmur um ávíst spæli- og virknistilboð til børn og barnafamiljur. Tórshavnar kommuna ætlar við hesum, at áhugaði kunnu bjóða seg fram sum veitarar av tilboðnum og at taka sær av tí. Víst verður til niðanfyristandandi skriv og hjálagda uppskot um rakstraravtalu.

HEVUR TÚ HUG AT MENNA OG REKA NÝTT SPÆLITILBOÐ Í VIRKNISHØLLINI Í FINSEN?
Í apríl/mai 2020 verður virknishøllin í Finsen klár at taka í nýtslu eftir at vera høvuðsumvæld. Høllin er ætlað til brúk hjá skúla, dagstovnum og frítíðarskúlum um dagin, umframt borgarum v.m.

Uttanlands er vanligt við sonevndum spælilondum, har børn í ymiskum aldri og familjur kunnu koma at spæla og hugna sær. Niðara høllin í Finsen er avmarkað sum karmur, men Tórshavnar kommuna ynskir fegin at fáa gjørt sær royndir við at hava eitt ávíst spæli- og virknistilboð í høllini, har tað verða møguleikar fyri spæli og rørslu, serliga fyri aldursbólkin 2-10 ár. 

Kommunan ynskir at koma á tal við fyriskipara, ið kann vera við til at gera eina royndarverkætlan ávísar tíðir og dagar í vikuni. Ætlandi skal tilboðið byrja í mai 2020, og royndarverkætlanin gongur ætlandi til september 2020. 

Tórshavnar kommuna vil við hesum bjóða áhugaðum at bjóða seg fram at taka sær av dagliga rakstrinum av tilboðnum, umframt at vera partur av tilgongdini at útvega hóskandi amboð, tól og leikur. Í fráboðanini skal umsøkjarin greiða frá um seg sjálvan herundir royndir og førleikar, hugskot til menning av tilboðnum og uppskotum til amboð, tól og leikur til tilboðið. 

Meiri fæst at vita við at venda sær til Ingibjørg Petersen á mentamáladeildini á ingibjorgp@torshavn.fo, ella tel. 30 21 21. Áhugaði mugu siga frá innan 13. januar 2020, kl. 12:00. Møguligir spurningar kunnu setast fram til 6. Januar 2020, kl. 12:00, og svar vera løgd út á hesa síðuna: Virknishøllin í Finsen

----- 

Hugsað tilgongd: 
1. Almannakunngerð av ætlanini - 10. des. 2019
2. Møguleiki fyri at seta spurningar - týðandi spurningar/svar verða lagdir á heimasíðuna hjá TK - 6. jan. 2020 
3. Freist til at boða frá áhuga - 13. jan. 2020
4. Kommunan velur millum tey bjóðandi og boðar frá, hvørji fáa høvi til at vera við í víðari tilgongdini - ikki ásett enn! 
5. TK fer í samráðingar við hesar partarnar - ikki ásett enn!
6. Umsøkjarar fáa høvi til at geva endalig boð uppá uppgávuna - ikki ásett enn! 
7. Málið lagt til politiska viðgerð - ikki ásett enn!
8. Avtala inngingin - ikki ásett enn!
9. Amboð v.m. verða útvegað - ikki ásett enn! 
10. Tilboðið endaliga fyrireikað og íverksett - ikki ásett enn!
11. Tilboðið letur upp - ikki ásett enn!
12. Tilboðið eftirmett - ikki ásett enn!
13. Støða tikin til, um tilboðið skal halda fram og í hvørjum formi - ikki ásett enn!