Heildarætlan fyri Stórutjørn

Seinastu árini hevur fólkavøksturin í Føroyum verið stórur, uml. 1,5% um árið, og merkist fólkavøksturin serliga í høvuðsstaðarøkinum. Ein alsamt vaksandi býur krevur rúmari ræsur at liva og virka í. Tí er tørvur á at víðka um
býin. 

Í hesum sambandi verður nú farið undir arbeiðið at skipa Stórutjørn í Hoyvík, økið norðanfyri Klingruna og vestan fyri býlingin Inni á Gøtu.

Lendisviðurskiftini, staðsetingin í mun til undirstøðukervið og bústaðardepil, íløgur í undirstøðukervið o.a. tala fyri, at Stóratjørn verður tann næsti býarparturin, ið farið verður undir at skipa.

Kappingin snýr seg um at finna besta uppskotið til eina heildarætlan fyri, hvussu blandað bústaðar- og miðstaðarbygging, t.e. handlar, stovnar, heilsubótarhøli og annað virksemi, ið hoyrir gerandisdegnum til, skal skipast í økinum. 

Útbjóðingarskrivið sæst HER 

Ein stórhøll er samtykt at staðseta við Stórutjørn, ið skal kunna hýsa viðkomandi
ítróttargreinum, umframt stórum ráðstevnum, tónleikaframførslum og øðrum.

Umsitingin hjá Tórshavnar kommunu metir um innkomnum umsókirnar til undangóðkenning.

Fyrispurningar um undangóðkenningina kunnu sendast til Rakul Vest Højgaard, á rakulvesth@torshavn.fo í seinasta lagi 9. desember 2019. 

Freistin at søkja um undangóðkenning er 13. desember 2019 kl. 13.

Í mesta lagi 5 umsøkjarar sleppa víðari til kappingina um bestu heildarætlanina fyri Stórutjørn.

Kappingarskráin sæst HER 


--


Spurningar og svar um undangóðkenning til kapping um heildarætlan fyri Stórutjørn.

Sí spurningar og svar her:






Kapping um Heildarætlan fyri Stórutjørn
19. mai 2020 varð avdúkað, at arkitektafeløgini SNA og MAP hava bæði vunnið 1. virðislønina í samlaðu dømingini um heildarætlanina fyri Stórutjørn. Feløgini verða knýtt at verkætlanini sum ráðgevar, nú Stóratjørn verður løgd til rættis. Niðanfyri sæst dómsnevndarálitið og alt tilfarið, sum dómsnevndin hevur mett um.

Dómsnevndarálit