Stilla upp til eldraráðið

Eldraráðið skal veljast í Tórshavnar kommunu. Eldraráðið skal geva okkara politikarum góð ráð og syrgja fyri, at átlit altíð verða tikin fyri okkum eldru, tá ið avgerðir verða tiknar.

Ert tú 60 ár valdagin 8. oktober 2020 ella eldri og býrt í Tórshavnar kommunu, átti tú at umhugsað at stillað upp. Kundi tú hugsað tær at stilla upp, skalt tú útfylla eina valevnisfráboðan. Hetta skjalið fæst í Snarskivuni og á torshavn.fo. Fráboðanin skal latast Snarskivuni aftur í seinasta lagi 9. september kl. 16.00.

Saman við fráboðanini skulu undirskriftir fylgja við frá fimm stillarum, sum eisini lúka treytirnar fyri valrætti til Eldraráðið.

Stilla upp – vit hava brúk fyri tær!
Val til eldraráðið 2020

Val til Eldraráðið verður hildið 4. hvørt ár. Valskeiðið gongur frá 1. januar árið eftir valið. Tá valdagurin er lýstur, verður ein vallisti gjørdur yvir veljarar, sum lúka treytirnar fyri valrætti. Atkvøtt verður millum persónar, sum skrivliga hava boðað kommununi frá, at teir stilla upp.

Valevnisfráboðanir mugu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 9. september 2020 kl. 16.00. Persónar á innkomnu valevnisfráboðanunum verða førdir á eitt samlað yvirlit, ið verður almannakunngjørt.

Valið fer fram við brævatkvøðu, atkvøðuseðil verður sendur øllum borgarum, ið standa á vallistanum. Atkvøðuseðlar eru eisini at fáa í Snarskivuni.

Brævatkvøðurnar skulu vera kommununi í hendi í seinasta lagi 8. oktober 2020 kl. 12.00.

Atkvøðurnar verða taldar upp alment í Perluni sama dag kl. 17.00.

Fyri at kunna stilla upp og atkvøða skal tú sjálvan valdagin vera 60 ár ella eldri og búgva í Tórshavnar kommunu.

Valdir verða 5 limir og 5 varalimir.

UM ELDRARÁÐIÐ
1. januar 2006 fekk Tórshavnar kommuna eldraráð. Uppgávan hjá ráðnum er at ráðgeva býráðnum í eldrapolitiskum spurningum. Endamálið er at tryggja, at tey gomlu verða hoyrd í viðurskiftum, sum viðkoma teimum, og eisini at gagnnýta teirra vitan og royndir mest møguligt. Eisini skal ráðið virka fyri, at tey eldru verða kunnað um broytingar og nýskapanir á eldraøkinum. Eldraráðið kann av sínum eintingum siga býráðnum sína hugsan um eitthvørt evni av almennum áhuga fyri tey eldru, koma við hugskotum og seta spurningar.

ELDRARÁÐIÐ SKIPAR SEG SJÁLVT
Eldraráðið skipar seg við formanni, næstformanni, kassameistara og skrivara á fyrsta fundi eftir valið. Tórshavnar kommuna setir eina upphædd á fíggjarætlanini til eldraráðsins virksemi. Eldraráðið hevur skrivstovu í Tilhaldinum í Tórsgøtu.
Faldari og valevnisfráboðan
Trýst á myndina fyri at taka niður faldaran og valevnisfráboðan:


Eldraráðið
• 


Eldraráðið ráðgevur
býráðnum í eldrapolitiskum
spurningum


Eldraráðið er sett fyri eitt
valskeið, ið er fýra ár


Eldraráðið hevur fimm limir
og fimm varalimir



Fyri at kunna stilla upp og
atkvøða skal tú sjálvan
valdagin vera 60 ár ella eldri


Eldraráðið hevur skrivstovu í
Tilhaldinum í Tórsgøtu