Ferðavinnuætlan fyri Nólsoy


Í 2018 fór Visit Nólsoy undir at gera ein ferðavinnuætlan fyri Nólsoy. Vegna ymiskar broytingar varð avtalað, at Visit Tórshavn yvirtók arbeiðið at gera uppskotið liðugt.

Nú liggur eitt liðugt uppskot, sum mælir til 23 átøk:

• Kunning, miðling, branding
• Gongd í haga og nátturuvernd
• Kunningarstovan, undirstøðukervi, hentleikar
• Hentleikar til ferðafólk
• Søvn, fornminni, mentanararvur

Kommunan bjóðar viðkomandi pørtum at gera viðmerkingar til uppskotið, áðrenn tað fer víðari til politiska viðgerð.
Ferðavinnuætlan
Ferðavinnuætlanin til hoyringar kann takast niður her: