Valevni til Eldraráðið

Val til eldraráðið verður í oktobur 2020. Brævatkvøðurnar verða sendar øllum borgarum 60 ár og eldri, og so ber til at atkvøða fram til 22. okt. 2020.

Valseðlarnir verða borðnir út mikudagin 7. okt. og skulu verða kommununi í hendi í seinasta lagi 22.okt. kl. 12.

Uppstillingarfreistin er farin, og greitt er, at hesi 11 bjóða seg fram til eldraráðið.


Robert Vilhelmsen
Eg eri 69 ár og ein av okkum umleið 5000, 60 ár og eldri. Nógv eru enn virkin á arbeiðsmarknaðinum, men nógv eru eisini vit, ið tørva og krevja serligar tænastur og umstøður í kommununi og tær skulu raðfestast. Eg vil tryggja okkum eina virðiliga ávirkan, sum veruliga munar í kommununi - ein kommuna fyri øll – eisini okkum eldru!

Hjartamál:
• Burtur við bíðilistum til tey sum hava serligan og átrokandi tørv á røktarplássi
• Eldrabústaðir
• Tryggleiki á gonguteigunum og lætt at ferðast í kommununi


Petur Rouch
Uppvaksin í Vági, búð í Havn síðani 1967. Umsitið telduskipanir alt arbeiðslívið.
1967-1984:Telduvirkið P/F Data
1984-1995:Telduvirkið Sam-teld, meðeigari.
1995-1999 Almannastovan, edv-leiðari
2000-2015:Almannamálaráðið og heilsumálaráðið, samskipari

Hjartamál:
• Bústaðarviðurskifti hjá teim eldru.
• Tættari samstarv millum eldraráð og býráð.
• Eina grønari og brúkaravinarliga kommunu.
Annars virkin og vakin.


Marin Rasmussen
Eg eri 61 ára gomul starvist sum harrafrisør.
Ynski at størri dentur verður lagdur á tey, sum eru 60+. Serliga á demensøkinum og onnur øki.

Hjartamál:
• Kommunan skal vera eldravinarlig
• Okkara eldru skulu vera hoyrd og tikin við, nú alt skal talgildast.
• Dent á tørv heldur enn aldur, øll skullu hava somu møguleikar.

Eyrith Guttesen Leyni

Eri leiðari á vitjanartænastuni hjá Reyða Krossi Føroya og komi nógv út í heimini og havi gott samband við tey eldru og síggi, hvussu tey búleikast.

Hjartamál:
• Eg vil virka fyri at bøta umstøðunar hjá teimun eldri í samfelagnum.
• Smærri íbúðir til eldri fólk, sum hava tørv á at flyta úr sínum egnu húsum til eina nýggja íbúð við øllum hentleikum.


Ingrid S. Henriksen


Eri virkin á eldraøkinum. Havi arbeitt hjá Landsfelag Pensjónista í 10 ár.

Hjartamál:
• 70 ára fráfaringaraldurin á kommunala arbeiðsmarknaðinum má burturbeinast
• Kommunan má útvega góðar karmar til likamligt og sálarligt virksemi
• Tey, sum fáa heimahjálp, eiga sjálvi at gera av, hvat hjálpin skal nýtast til (eitt nú reingerð)


Birgit Hansen
Eri fødd og uppvaksin í Havn. Útbúgvin tollfólk.

Hjartamál:
• Lívsgóðsku fyri eldri í kommununi
• At eldravinarligar íbúðir verða bygdar
• At tey, sum gerast sjúk, fáa neyðuga uppvenjingina, taluvenjinginar, rørsluvenjingar td. á venjingarstøð saman við fakfólki, og fáa møguleika fyri sosialari samveru.


Bjørghild Djurhuus

Eri 67 ár ára gomul og útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur og heilsufrøðingur. Havi sitið í býráðnum seinastu 8 árini, av hesum 4 ár sum forkvinna í eldranevndini. Við hesum royndum og førleikum bjóði eg meg fram til Eldraráðið.

Hjartamál:
• Stuðla Tilhaldinum við fjølbroyttari skrá og víðka tilboðið seinnapartar og um kvøldið
• Eldraíbúðir
• Okkara rødd skal verða hoyrd, tá ið avgerðir á eldraøkinum verða tiknar.


Ingigerð á Trøðni

Eg eri barnvaksin í Havn og í Danmark. Eri útbúgvin lærari og havi undirvíst á Venjingarskúlanum, Handilsskúlanum og kvøldskúlanum. Frá 1986-2012 var eg leiðari á Kunningarstovuni.

Hjartamál
• Vaksinundirvísing, infrastruktur, ferðavinnan, upplivingar og náttúran hevur havt og hevur framvegis stóran áhuga.
• Vónandi kann eg virka fyri einum góðum samstarvi millum Eldraráðið og kommununa.


Julianna Klett
Eg havi sitið 4 ár í Eldraráðnum. Í tí tíðarskeiðinum gjørdi Eldraráðið eina Gallupkanning, sum vísir, hvørjar umstøður eldri hava/ynskja at hava í framtíðini. Ætlanin er at arbeiða víðari við høvuðsmálunum.

Hjartamál
• At fáa ávirkan á arbeiðið at byggja eldraíbúðir til frísk eldri og vardar íbúðir
• At fáa beinleiðis samband við eldri í Havnini umvegis nýggja heimasíðu
• At víðka virksemið hjá Tilhaldinum.


Katrin Holm
Havi verið forkvinna í eldraráðnum seinastu 4 árini.

• Eldraráðið skal leggja meiri orku í at fáa bústaðarviðurskifti hjá eldri lagaligari.
• Góða heilsu. Leggja dent á venjingarmøguleikar.
• Ein grønan bý.


Turið Holm

Eg eri 79 ara gomul, eigi 3 døtrar og 5 ommubørn.

Havi arbeitt sum lækni a landssjúkrahúsinum i 25/30 ár. Eri serlækni i kvinnusjúkum og burdarhjálp og var yvirlækni á føðideildini.

Havi altið havt stóran áhuga i samfelags- og javnstøðumálum og serliga kvinnu- og barnarættindum.

Hjartamál
• Gera munagóð átøk fyri heilsu og trivnaði.
• Vil fegin, at býráðið i øllum málum og viðtøkum hugsar um tey eldru, eins og børnini og familjurnar umframt umhvørvið og javnstøðu.