Skúlar

Her eru upplýsingar at fáa um fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu. Kommunan leggur nógv fyri at veita borgarunum so góða tænastu á skúlaøkinum sum gjørligt.

Seinastu árini eru bygdir tveir stásiligar skúlar í Tórshavnar kommunu. Skúlin við Løgmannabreyt og Skúlin á Argjahamri eru nýmótans skúlar við kørmum á altjóða stigi og fyrstafloks undirvísing. Aftrat hesum eru fleiri aðrir dygdargóðir skúlar. Arbeitt verður við at byggja Skúlan á Fløtum, sum verður liðugur í 2020.

Kunna teg nærri
Hevur tú spurningar um fólkaskúlarnar í kommununi, kanst tú ringja til Katrina Ellingsgaard tel 302010 ella 281123
Innskriving í forskúla, 1. flokk og frítíðarskúla
Innskriving í 1. flokk, forskúla og
frítíðarskúla skúlaárið 2019/2020
er á torshavn.fo

Her er leinki til oyðiblaðið
https://www.torshavn.fo/Default.aspx?pageid=1586&fbclid=IwAR0uDMciqHdZEHvQK_N8KvZolzeyDymSpyni3jgkmy0u-fkD3V96PUcie_0

Freistin at skriva seg inn er
mikudagin 16. januar 2019.
 
Frískúlar
Í Frískúlanum í Havn og
 í Lítlaskúla er innskriving
 í skúlunum.
Umsókn um pláss í skúla
Foreldur at børnum, ið flyta til Tórshavnar kommunu í einum skúlaári, skulu útfylla umsóknarblað undir sjálvavgreiðsla á torshavn.fo. Trýst HER

Um ynski er at flyta skúla í kommununi skal umsóknablað undir sjálvgreiðslu á torshavn.fo útfyllast.

Eru spurningar viðvíkjandi plássi í skúla er møguligt at ringja til Tórshavnar kommunu, Katrin Ellingsgaard, tlf. 302010. Eisini ber til at seta seg í samband við skúlans leiðslu at vita, um pláss er í ávísa skúlanum.