skúlar

12 fólkaskúlar eru í Tórshavnar kommunu. Allir eru kommunalir uttan tveir, og tað eru Frískúlin í Havn og Lítliskúli.

Stórar út-, um- og nýbyggingar eru gjørdar í fleiri skúlum í kommununi seinastu árini, t.d. í Kollafjarðar skúla, Kommunuskúlanum, Hoyvíkar skúla og í skúlanum í Kaldbak. Haraftrat er Eysturskúlin høvuðsumvældur.

Skúlin við Løgmannabreyt bleiv tikin í nýtslu í 2008, og Skúlin á Argjahamri varð tikin í nýtslu í august 2011. Báðir skúlarnir eru tvísporaðir við næmingum úr 1. - 9. fl. Nýggi smábarnaskúlin hjá Sankta Frans skúla varð tikin í nýtslu í august 2011. Skúlin er tvísporaður við næmingum í forskúla og 1.fl.

Arbeitt verður við at byggja Skúlan á Fløtum, sum verður staðsettur beint við nýggja miðnámsskúlan í Marknagili. Skúlin á Fløtum verður trýsporðaður frá forskúla til 7. flokk og fimmsporaður í 8. og 9. flokki. Sambært tíðarætlanini verður nýggi skúlin tikin í nýtslu við skúlaárs byrjan 2020.

Land og kommuna hava í felag ábyrgdina av fólkaskúlanum. Landið rindar læraralønirnar, og kommunan rindar bygningarnar og rakstur av teimum, undirvísingartilfar og lønir til umsiting.

Leiðreglur
Leiðreglurnar, tá ið skúlabygningar í Tórshavnar kommunu verða nýttir, les HER

Leiðreglur, tá ið gestanæmingar verða upptiknir, les HER

Leiðreglur fyri at nýta svimjihyljar í skúlum, les HER

Leiðreglur fyri upptøku av næmingum í kommunalu fólkaskúlarnar í Tórshavnar kommunu kunnu lesast HER

Umsókn um pláss í skúla
Foreldur at børnum, ið flyta til Tórshavnar kommunu í einum skúlaári, skulu útfylla umsóknarblað undir sjálvavgreiðsla á torshavn.fo. Trýst HER

Um ynski er at flyta skúla í kommununi skal umsóknablað undir sjálvgreiðslu á torshavn.fo útfyllast.

Eru spurningar viðvíkjandi plássi í skúla er møguligt at ringja til Tórshavnar kommunu, Katrin Ellingsgaard, tlf. 302010. Eisini ber til at seta seg í samband við skúlans leiðslu at vita, um pláss er í ávísa skúlanum.