Góðan túr - og góða frástøðu!
Góðan túr - og góða frástøðu!

Smittuvandin er stórur í løtuni og harvið eisini vandin fyri, at enska útgávan av koronu fær fastatøkur í Føroyum.

Allir borgarar mugu tí halda frástøðu, brúka masku í bussinum og vísa neyðug fyrilit á ellis- og røktarstovnum, dagstovnum og skúlum. 

Vísið fyrilit og brúkið masku

Lurta
Til lesiveik
KUNNING
Grevstur ávirkar ferðsluna

Fjarhitagrevstur á Dalavegnum hevur við sær, at eingin gjøgnumkoyring verður frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonar gøtu.

Somuleiðis fer eitt umvælingararbeiði við Skriðubakka og Krossgøtu í Kaldbak at ávirka ferðsluna í økinum.

Kunna teg nærri á síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð.

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

KORONA
Øll mugu vísa fyrilit og brúka masku í bussunum

Smittutrýstið er rættiliga stórt, og vandi er fyri, at enska útgávan av koronu fær fastatøkur í Føroyum.

Allir borgarar mugu tí brúka masku og halda frástøðu í bussum og vísa neyðug fyrilit á ellis- og røktarstovnum, dagstovnum og skúlum. 

Vísið fyrilit og brúkið masku

KUNNING
Skúlainnskrivingin opin til og við 17. januar

Skúlainnskrivingin er opin til og við 17. januar.

Í ár gongur innskrivingin í forskúla, skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. Tað merkir millum annað, at foreldur mugu bíleggja sær MínLykil fyri at bóka pláss. 

Les meira á síðu okkara um skúlainnskrivingina 2021.

Skúlainnskrivingin 2021

  • Vel alt
  • Bústaður og bygging
  • Býur og ferðsla
  • Dagstovnur og skúli
  • Vinna
  • Hoyringar, avgerðir og loyvir
  • Náttúra, mentan og frítíð
  • Persónlig viðurskifti
  • Politikkur og fólkaræði
  • Umsorgan og røkt
  • Heilsa
18. januar 2021
Sjey nýggir býráðslimir

Nýggja býráðið hevur havt fyrsta fundin, sum var ein eyka býráðsfundur hóskvøldið í farnu viku. Sjey nýggj andlit eru at síggja í býráðnum.

15. januar 2021
Grevstrararbeiði við Skriðubakka í Kaldbak

Hálvan januar 2021 byrjar arbeiði at bøta um brimskaða niðast á Skriðubakka í Kaldbak. Samstundis umvæla vit kloakkskipanina í økinum frá Krossgøtu 21 og eystur um Skriðubakka.

Arbeiðið fer væntandi at órógva ferðsluna.

15. januar 2021
Fjarhitagrevstur á Dalavegnum mánadagin 18. januar

Mánadagin 18. januar 2021 byrjar grevstur fyri fjarhita á Dalavegnum. 

Arbeiðið ber í sær, at eingin gjøgnumkoyrin verður eftir Dalavegnum frá Doktara Jakobsens gøtu til Jóannesar Paturssonargøtu.

15. januar 2021
Gríms Kambans gøta stongd mánadagin

Vegna arbeiði í Gríms Kambans gøtu mánadagin 18. januar, verður eingin ferðsla loyvd frá klokkan 9.30-13.   

15. januar 2021
Louisa 30 ára starvsdag

Ein lítil samkoma var savnað í Skúlanum á Argjahamri seinnapartin, nú Louisa Poulsen í dag 15. januar hevur ikki minni enn 30-ára starvsdag sum skrivari.

15. januar 2021
Nú letur Tilhaldið uppaftur

Tilhaldið í Tórsgøtu letur upp aftur mánadagin 18. januar 2021.

Øll liðini, sum fólk eru teknað til, halda fram sum áðrenn jólafrítíðina, og øll tilmæli um frástøðu og at spritta hendur verða hildin.

Skúlainnskrivingin 2021
Skúli
Skúlainnskrivingin 2021

Í ár gongur innskrivingin í skúla og frítíðarskúla fyri seg í talgildu bókingarskipanini BARN. 

Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla ella frítíðarskúla.

Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu
Nýggja heimasíðan
Nýggja heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu

Tórshavnar kommuna hevur fingið nýggja heimasíðu. Far á kanningarferð á heimasíðuni ella les um nýggju hentleikarnar her.

Uppliv listina í Tórshavn
List
Uppliv listina í Tórshavn
Í Tórshavnar kommunu hevur tú nógvar møguleikar fyri at uppliva list. Her finnur tú bæði málningar, installatiónir og høggmyndir eftir bæði yrkislistafólkum og áhugalistafólkum. Listina hittir tú bæði á søvnunum, í mentanarhúsunum…
ALMENN HOYRING
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 17. desember 2020 uppskot til nýggja serstaka byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, matr. nr. 49, Velbastaður.

Almenn hoyring
Nýggj serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um nýggja serstaka byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga, partur av matr. nr. 139a, Hoyvík.

Almenn hoyring
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 29. oktober 2020 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 894a, 894b og 913, Tórshavn.