Barnatannrøktin

Barnatannrøktin bjóðar øllum børnum og ungum frá 0 til 17 ár í Tórshavnar kommunu alla neyðuga tannrøkt.

Tilboðið fatar bæði um vanligt eftirlit og viðgerð - og um tannrætting og skaðar.

Tænastan er ókeypis. Tannrøktin leggur stóran dent á fyribyrgjandi arbeiði. Frá tvey ára aldri verður barnið regluliga innkallað til kanningar. Miðhæddin í tannlæknastovuni í Tórsgøtu er innrættað til koyristólar.

Boð um eftirlit og viðgerð
Barnatannrøktin sendir teldupost og SMS-boð, tá ið børn og ung skulu til tannlækna.

Fyrstu boðini verða send, tá ið avtala verður stovnað, og dagin fyri avtaluna verður áminning send.

Tað er sera umráðandi, at øll senda barnatannrøktini ein teldupost og upplýsa teldupost og fartelefonnummar. Boðini verða at senda til: tann@torshavn.fo – til ber eisini at ringja 302525.

Tannrætting
Sertannlækni í tannrætting kannar øll børnini í 5. flokki. Í hesum sambandi verður ofta stór røntgenmynd tikin. Myndin vísir, um tenn og andlit búnast, sum tey eiga. Sertannlæknin metir um, um tenninar skulu rættast, og nær viðgerðin skal byrja. Tannrættingin er ókeypis, men treytað av, at tenninar verða væl røktar. Umleið fjórða hvørjum barni tørvar tannrætting.

Tannskaðar
Barnatannrøktin viðger ókeypis allan tannskaða, til tey ungu fylla 18 ár. Í summum førum er neyðugt at bíða endaliga at viðgera skaða til 20 ára aldur ella seinni.

Tað er tí umráðandi, at hava eina trygging, ið umfatar tannskaða. Skaðin skal verða fráboðaður tryggingini beinanveg. Tannlæknin hjálpir at fylla út skjølini.
Børn frá 0 ár til 18 ár
Smábørn upp til 6 ár
Skúlabørn
Aldursmarkið er 18 ár
Góð Ráð
Busta tenn tvær ferðir um dagin
Bustar tú tenninar væl tvær ferðir dagliga við fluortannkremi og minnist til tanntráðin, hevur tú góðar tenn alt lívið. Eini góð ráð: tað styrkir tenninar, skolar tú ikki tannkremið av tonnunum, tá ið liðugt er at busta. Reinar tenn brenna ikki.

Tanntráður sleppur, har tannbustin noyðist at gevast
Tannbustin sleppur ikki inn millum tenninar. Tí er neyðugt at brúka tanntráð eina ferð um dagin - alt lívið.

Allar tenn skulu bustast
Fyri at tenninar ikki skulu brenna, skulu allar tenn verða bustaðar – eisini fyrsta tonnin. Vani vinnur.

Hjálpið barninum
Børn hava ikki neyðuga handalagið at busta tenn, fyrr enn tey eru 10-12 ára gomul. Tí eiga foreldur at busta tenninar hjá barninum dagliga.

Tú fært bara ein munn, ansa eftir honum
Góðir matar- og drekkivanar og vælbustaðar tenn tryggja góðar umstøður hjá tonnum og tannkjøti. Far væl við munninum, so fer hann væl við tær. Lærið børnini at fara væl við tonnunum, so gevur tú teimum eina gávu fyri lívið.

Tannlæknin er nokk so fittur
Tað er ein ring byrjan at hava tannapínu fyrstu ferð, tú ert hjá tannlækna. Hjálpið barninum at fáa jaligar upplivingar hjá tannlæknanum. Eingi hol er ein góð byrjan.

Barnatannrøktin arbeiðir fyri:

At børnini varðveita sterkar og frískar tenn alt lívið

At børnini kenna seg trygg hjá tannlækna

At børnini kunnu taka ábyrgdina av egnari tannheilsu
    Boð um eftirlit og viðgerð
    Barnatannrøktin sendir teldupost og SMS-boð, tá ið børn og ung skulu til tannlækna.

    Fyrstu boðini verða send, tá ið avtala verður stovnað, og dagin fyri avtaluna verður áminning send.

    Tað er sera umráðandi, at øll senda barnatannrøktini ein teldupost og upplýsa teldupost og fartelefonnummar. Boðini verða at senda til: tann@torshavn.fo – til ber eisini at ringja 302525.
    Átroðkandi viðgerð
    Er tørvur á bráðfeingishjálp eftir vanliga arbeiðstíð, kunnu tit ringja til tlf. 302525, har fáa tit gjøllari boð.

    Tannlæknastjóri: Sigrid Arge

    Hava tit okkurt at spyrja um viðvíkjandi tænastuni hjá barnatannrøktini, eru tit vælkomin at tosa við okkum.
    English version
    You'll find information about the Children's Dental Clinic in English HERE.
    Kunna teg nærri
    Barnatannrøktin
    Tórsgøta 23, 100 Tórshavn
    Tel. 302525
    Teldupostur tann@torshavn.fo
    Upplatingartíðir:
    Mánadag-fríggjadag kl. 8-15

    Kollafjarðar Tannlæknastova
    Kollfjarðarskúla,
    Við Sjógv
    410 Kollafjørður
    Tel. 302556
    Upplatingartíðir:
    Mánadag-mikudag kl. 8-15

    Tannrættingarstovan
    Á skúlanum við Løgmannabreyt
    Karlamagnussarbreyt 47
    Postboks 3174
    188 Hoyvík
    tel. 302424

    Upplatingartíðir:
    Mánadag til hósdag kl. 8-15

    Tannlæknastovan á skúlanum á Argjahamri
    Glyvursvegur 44,
    160 Argir
    Upplatingartíðir:
    Mikudag frá kl. 8-15

    Tannlæknastovan á Meginskúlanum
    Heimasandsvegur 142
    FO-210 Sandur
    Tel. 302525