Minst til at klippa trø og runnar
Minst til at klippa trø og runnar

Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.

Les meira um reglurnar á síðu okkara um garðar, hegn og gongubreyt:

Garðar, hegn og gongubreyt
Ласкаво просимо на фарерські острови та муніципалітету міста Торсхавн!
Ласкаво просимо на фарерські острови та муніципалітету міста Торсхавн!

Ми готові Вам допомогти.

(Kunning til ukrainar)

Інформація для громадян України (integration.fo)
Lurta
KUNNING
Vegir stongdir og leið 2 umløgd í sambandi við Kvinnurenningina 21. mai

Kvinnurenning verður leygardagin 21. mai frá kl. 15 til 16.30. Í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Havn millum kl. 14.30-17.30. Meðan kvinnurenningin fer fram, koyrir leið 2 ikki Yviri við Strond, men eftir Stoffalág og Gripsvegnum oman í Steinatún.

Kunna teg nærri um ferðsluavmarkingarnar á kunningarsíðu okkara, sum tú finnur her:

Veg-og grevstrararbeiði í gerð

UKRAINA
Інформація для громадян України (kunning til ukrainar)

Ласкаво просимо на фарерські острови та муніципалітету міста Торсхавн!

Ми готові Вам допомогти.

Інформація для громадян України (integration.fo)

інформація про денний догляд на Фарерських островах (youtube.com)

LOYVI
Trý hýruvognsloyvi leys at søkja

Trý hýruvognsloyvi eru leys at søkja í Tórshavnar kommunu. Loyvini eru knýtt at bilstøðini BIL.

Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 27. mai 2022.

Tú søkir loyvið á síðu okkara um hýruvognsloyvi, sum tú finnur her: 

Søk um hýruvognsloyvi

ÚTBOÐ
Grundøki í Kollafirði til sølu til raðhúsa- ella íbúðarbygging

Tórshavnar kommuna lýsir við hesum ein part av matrikkli nummar 203c í Kollafirði, umleið 4480 m2, til sølu til bústaðarbygging.

Einstaklingar og feløg kunnu bjóða uppá grundøkið. Freistin at lata skrivlig boð er 1. august 2022 kl. 12.

Les meira á síðu okkara um kommunalar útstykkingar:

Kommunalar útstykkingar í Tórshavnar kommunu

STUÐUL
Freistin at søkja sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein er 7. juni 2022

Nú kanst tú søkja sanglegatið til minnis um Sonnu Dahl Waagstein. Sanglegatið letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur, og sum ætla sær at útbúgva seg meira í solosangi.

Freistin at søkja legatið er týsdagin 7. juni 2022. 

Les meira á síðu okkara um mentanarstuðul: 

Mentanarstuðul

STUÐUL
Freistin at søkja stuðul úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði er 7. juni 2022

Nú kanst tú søkja stuðul úr Minnisgrunni Sonnu av Skarði. 

Endamálið við grunninum er at menna og lívga føroyskt handarbeiði og føroyska handarbeiðsmentan umframt at veita fólki, sum fáa sær handarbeiðsútbúgving í tóvirki (tekstil), fíggjarligan stuðul.

Umsóknarfreistin er týsdagin 7. juni 2022. 

Les meira um stuðulsmøguleikan á síðu okkara um mentanarstuðul.

Mentanarstuðul

KUNNING
Tilmeldingin til dagstovnapláss í summarfrítíðini latin upp

Hevur tú tørv á dagstovnaplássi í summarfrítíðini, tá dagstovnarnir annars eru stongdir, kanst tú fáa pláss á einum dagstovni, sum er opin í frítíðini. 

Tilmeldingin til samanlagda virksemið fyri dagstovnar í summarfrítíðini er nú tøk. Freistin at melda til er 3. juni 2022 klokkan 12.

Les meira og melda til her: 

Samanlagt virksemi í frítíðartíð á dagstovni

KUNNING
Tilmeldingin til frítíðarskúla í summarfrítíðini latin upp

Hevur títt barn tørv á plássi í frítíðarskúla frá 29. juni til 12. juli, tá ið frítíðarskúlarnir annars eru stongdir?

Tilmeldingin til samanlagda virksemið er nú tøk á síðu okkara um samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar. Freistin at søkja er 3. juni 2022 klokkan 12.

Samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar

KUNNING
Minst til at klippa trø og runnar móti vegi í vár

Várvøksturin byrjar nú at síggjast. Vit heita tí á fólk um at klippa av trøum og runnum móti gøtu, vegi og almennum øki samsvarandi reglunum.

Tað er umráðandi fyri ferðslutrygdina og trivnaðin, at runnar og annar vøkstur út móti vegi, skeltum, grannum og serliga vegamótum verður kliptur.

Minst til at klippa trø og runnar móti vegi í vár

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
20. mai 2022
Vilt tú hava OYN OY?

- Vit hildu tað vera upp á tíðina, at onkur tók seg saman og gjørdi eitt bryggjarí, sum eisini var barr og matstað í einum. So tað gjørdu vit, siga fyrireikararnir, sum høvdu móttøku í dag.

20. mai 2022
Handverkaramessur hava stóran samfelagsligan týdning

- Tílíkar handverkaramessur hava sera stóran týdning, serliga hetta, at talan er um eitt fjølbroytt úrval av framsýnarum og eitt samankók av vælútbúnum fakfólki av øllum handa slagi, segði Heðin Mortensen, borgarstjóri, tá hann setti stóru handverkaramessuna í hølunum hjá Bygma-Balslev í dag.

20. mai 2022
Vegir stongdir og leið 2 umløgd í sambandi við Kvinnurenningina 21. mai

Kvinnurenning verður leygardagin 21. mai frá kl. 15 til 16.30. Í hesum sambandi eru fleiri vegir stongdir í Havn millum kl. 14.30-17.30. 

20. mai 2022
So eru hepnu vinnararnir av ruddingardøgunum í Umhvørvisvikuni funnir

Tórshavnar kommuna takkar øllum, sum luttóku í ruddingardøgunum í Umhvørvisvikuni og hava sent myndir inn. Øll hava verið sera røsk at rudda, umleið 22 tons av ruski eru skrásett á Brennistøðini hesar dagarnar

20. mai 2022
Borgarstjórin setti ráðstevnuna "Vitan, vinnan og visjón"

 

í dag var forvitnislig ráðstevna í Kongshøll, sum varpaði ljós á spurningin um, hvussu gransking kann gagna vinnulívi og samfelagi, og hvussu vinnulívið kann gagna granskingini – eisini frælsu granskingini - í Føroyum.

 

 

20. mai 2022
ForeldraGluggin ikki tøkur í dag frá kl. 13-14

ForeldraGluggin er ikki tøkur frá klokkan 13-14 í dag, fríggjadagin 20. mai. Orsøkin er ein umlegging av fólkayvirlitinum á Heldini, sum appin er tengd at.

Umhvørvisvikan 2022
Umhvørvi
Umhvørvisvikan 2022

30. apríl til 7. mai er umhvørvisvika. Í ár snýr umhvørvisvikan seg um fyribyrging av matoyðsli. Her kanst tú lesa um ársins umhvørvisevni og taka skránna niður.

Ruddingardagar 2022
Umhvørvi
Ruddingardagar 2022

Í mai 2022 skipa vit aftur fyri ruddingardøgum í Tórshavnar kommunu. Seinasta freist at tekna seg til ruddingardagarnar er mikudagin 4. mai. Les um ruddingardagarnar og melda til her.

Heildarætlanin fyri Eystara Havnaøki
Býarmenning
Heildarætlanin fyri Eystara Havnaøki

Hóskvøldið 24. februar 2022 samtykti býráðið eina nýggja heildarætlan fyri Eystara Havnaøki. Heildarætlanin er ein yvirskipað og langskygd ætlan fyri, hvussu ymisk menningarátøk stigvíst kunnu setast í verk fyri at nýskipa søguligu Eystaru Bryggju sum ein innbjóðandi og livandi part av miðbýnum.

Almenn hoyring
Broyting í almennu byggisamtyktini fyri Dalin Langa og Stórubrekku

Uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 135a, 135fe, 1ob og 138a í Hoyvík.

Freistin at lata inn møgulig mótmæli ella broytingaruppskot er 16. juni 2022.

Almenn hoyring
Broyting av serstøku byggisamtykt nr. 3

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 28. apríl 2022 uppskot um at broyta serstøku byggisamtykt nr. 3 fyri matr. nr. 1300a, 1300b og 1301a við Hoyvíksvegin, Tórshavn.

ALMENN HOYRING
Endurskoðan av serstøku byggisamtyktini fyri Hest

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. november 2021 uppskot um endurskoðan av serstøku byggisamtyktini fyri Hest.