Koltur


Koltur er 2,5 ferkilometrar til víddar og næstminsta oyggin í landinum. Koltur er gomul markatalsbygd, upprunaliga bert við einum garði, men seinni býttur sundur í fýra. Tá hava eini hálvthundrað fólk búð í oynni. Síðst á 1980-unum fluttu seinastu fastbúgvandi fólkini úr Koltri, tá varð oyggin aftur løgd saman til eitt festi.

Føroya Jarðarráð setti nýggjan festara í 1994, og tá var forna bygdalagið og sermerkta teigalendið friðað. Til tess at varðveita serligu mentanarvirðini í Koltri, tók festarin, saman við Jarðarráðnum (2003), stig til at stovna Koltursgrunnin. Síðani er gamli býlingurin Heimi í Húsi endurbygdur. Tann verkætlanin var liðug á sumri 2012. 

Eftir at festarin og Koltursgrunnurin avhendu endurreisingina til festið, gjørdi Føroya løgmaður av at seta í verk serskipan fyri Koltur til tess at varðveita forna samfelagið.

Í 2013 tók Føroya løgmaður so avgerð um, at Koltur skuldi niðurleggjast sum festi og í staðin gerast til útisavn. Løgmaður gav boð um, at Koltur skuldi flytast frá Fiskimálaráðnum (Búnaðarstovuni) til Mentamálaráðið, og at Mentamálaráðið skuldi gera serstaka antikvariska skipan fyri oynna Koltur, sum frameftir skal rekast sum savn. Mentamálaráðið gjørdi av, at Koltur skuldi gerast ein sameindur partur av Tjóðsavninum.

Í dag er Koltur ikki longur ein bóndagarður, men greipað saman við Tjóðsavninum. Eitt fyristøðufólk umsitur Koltur. Embætisbúðstaðurin er í embætishúsunum Norðuri í Gerði.

Meiri fæst at vita um Koltur á heimasíðu Tjóðsavnsins.

Hest / Koltursnevndin
Annika Olsen, forkv.
Heðin Mortensen
Kári Niclasen
Anna Svanhilda Silvurstein
Frida Súsanna Lenvig