Tilmeldingin til stovnspláss í summarfrítíðini tøk
Tilmeldingin til stovnspláss í summarfrítíðini tøk

Hevur tú tørv á dagstovnaplássi ella plássi í frítíðarskúla í summarfrítíðini? Um so er, kanst tú nú søkja um pláss í samanlagda virkseminum.

Í summar leggja stovnar virksemið saman, soleiðis at minst ein frítíðarskúli og ein dagstovnur eru opnir í frítíðini.

Samanlagt virksemi fyri dagstovnar

Samanlagt virksemi fyri frítíðarskúlar

Lurta
Til lesiveik
KUNNING
Vegarbeiði á Gripsvegi og Yviri við Strond mánadag og týsdag

Mánadagin 10. mai og týsdagin 11. mai gera vit kloakkeftirlit á Gripsvegnum og Yviri við Strond. Arbeiðini ávirka ferðsluna, sum millum annað verður einvegis á Gripsvegnum partar av degnum.

Kunna teg nærri á síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð.

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

KUNNING
Bussleiðin koyrir ikki Kristi himmalsferðardag

Hósdagin 13. mai, Kristi himmalsferðardag, koyrir Bussleiðin ikki.

KUNNING
Niels Finsensgøta og parkeringsøkið framman fyri Ráðhúsið stongd leygardagin

Leygardagin 15 mai. verður parkeringsøkið frammanfyri Ráðhúsið stongt fyri allari bilferðslu frá kl. 8-17. Hatta í sambandi við 50-ára haldið hjá Javna.

Frá kl. 10-17 verður eisini Niels Finsensgøta stongd frá Vaglinum niðan til Sverrigøtu. 

  • Vel alt
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel alt
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
11. mai 2021
Hosufóðra kloakkir í Havnini
Í næstum fara menn at hosufóðra kloakkir hjá Tórshavnar kommunu á fylgjandi strekkjum:   Strekki 1 og 2: Klokkaragøta - Bókbindaragøta - Eysturstræti - Yviri við Strond Strekki 3 og 10 - Fútalág Strekki 4 – Hoyvíksvegur Strekki 5…
11. mai 2021
Stuðul úr grunnum

Nú ber til at søkja um stuðul úr Minnisgrunni onnu av Skarði, og frá sangletatinum til minnis um Sonnu Dahl Waagstein.

11. mai 2021
Fyrilestur í Finsen um rúsevnismisnýtslu millum ung

Mikudagin 12. mai verður almennur fyrilestur í Finsen í Havn um rúsevnismisnýtslu millum ung.

11. mai 2021
Bussleiðin koyrir ikki Kristi Himmalsferðardag

Boðað verður frá, at hósdagin 13. mai, Kristi Himmalsferðardag, koyrir Bussleiðin ikki.

10. mai 2021
Parkeringsøkið frammanfyri Ráðhúsið stongt

Leygarmorgunin 15. mai verður parkeringsøkið frammanfyri Ráðhúsið stongt fyri allari bilferðslu frá kl. 08 til kl. 17. Frá kl. 10 til 17 verður Niels Finsensgøta stongd frá Vaglinum niðan til Sverrisgøtu.

10. mai 2021
Gongur skjótt at taka vøllin av

7. mai byrjaði arbeiðið at skifta graslíkið á Ovara vølli í Gundadali. Meðan arbeiðið fer fram fara akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin. Arbeiðið verður væntandi liðugt 25. mai. Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF. Veitari er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið verður lagt á Ovara vøll, er av merkinum Polytan.

Umhvørvisvikan 2021
Umhvørvi
Umhvørvisvikan 2021

Umhvørvisvikan verður 1. - 8. mai við nógvum nýggjum og spennandi á skrá til bæði børn og vaksin. Les skránna, kunna teg um ársins umhvørvisevni og um nýggju átøkini, sum kommunan setur í verk í sambandi við Umhvørvisvikuna.

Barnagarðsbørn vitja á Westward Ho
TEMA/DAGSTOVNUR
Barnagarðsbørn vitja á Westward Ho

Westward Ho bjóðar í mai 2021 forskúlabørnum og eldri barnagarðsbørnum at vitja umborð á sluppini. Vitjanirnar fara fram, meðan skipið liggur við kei. Les um, hvat børnini uppliva umborð, og hvussu tú teknar flokkin ella bólkin til eina vitjan.

Rehabiliteringsdepilin Urd letur upp
Umsorgan og røkt
Rehabiliteringsdepilin Urd letur upp

Nú letur nýggi umlættingar- og rehabiliteringsdepilin Urd upp. Les um depilin í Hoyvík, sum skal hjálpa borgarum at vera heima sum longst.

HOYRING
Uppskot til leiðreglur fyri Tórsbreyt

Mentamálanevnd Tórshavnar býráðs samtykti á fundi 14. apríl 2021 at senda uppskot til leiðreglur fyri Tórsbreyt til hoyringar hjá viðkomandi ítróttafelagsskapum.

ALMENN HOYRING
Broyting av byggisamtyktini fyri matr. nr. 1175i, Tórshavn

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. februar 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri matr. nr. 1175i, Tórshavn.

ALMENN HOYRING
Broyting av byggisamtyktini fyri Nólsoy

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 25. mars 2021 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Nólsoy.

Uppskotið snýr seg um at broyta part av matr. nr. 126a, Nólsoy, frá C-havnaøki til D-øki.