Minst til maskuna í bussinum!
Minst til maskuna í bussinum!

Øll ferðandi við býarbussunum skulu brúka masku.

Kravið er galdandi, inntil nærri boð verða givin. Harumframt mugu í mesta lagi 25 fólk vera í hvørjum bussi.

Les meira her: 

Í mesta lagi 25 fólk í hvørjum bussi og framhaldandi krav um masku
Lurta
KUNNING
Villingadalsvegur stongdur vegna vatnleka

Vegna vatnskaða á Villingadalsvegnum, verður vegurin stongdur fyri ferðslu frá Eystara Ringvegi niðan til Blákollugøtu.

Ferðslan oman eftir Villingadalsvegnum koyrir sum vanligt.

Roknast kann við, at vegurin er opin aftur fyri allari ferðslu mánadagin 31. januar.

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

KUNNING
Hýruvognsloyvi leyst at søkja

Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja. Loyvið er knýtt at bilstøðini BIL.

Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 27. januar 2022.

Tú finnur umsóknarblaðið á síðu okkara um hýruvognsloyvi.

Søk um hýruvognsloyvi

KUNNING
Í mesta lagi 25 fólk í hvørjum bussi og framhaldandi krav um masku

Fríggjadagin 5. november 2021 kunngjørdi kommunan, at øll ferðandi við Bussleiðini skulu brúka masku.

Talan er ikki bara um eitt tilmæli, men um eitt krav, sum er galdandi, inntil nærri boð verða givin. Harafturat taka bussarnir í mesta lagi 25 ferðandi.  

Kunna teg nærri her:

Í mesta lagi 25 fólk í hvørjum bussi og framhaldandi krav um masku

KUNNING
Er saltkassin í tínum grannalagi tómur?

Kommunan hevur 597 saltkassar standandi í grannaløgunum í kommununi, sum tú kanst taka av, tá tørvur er á tí.

Er saltkassin í tínum grannalagi tómur, kanst tú brúka fráboðanarskipanina hjá kommununi, so syrgir Vegadeildin í Tórshavnar kommunu fyri at fylla kassan upp aftur.

Les meira her:

Er saltkassin tómur? 

 

  • Vel øki
  • Á Hjalla
  • Argir
  • Hestur
  • Hoyvík
  • Hvítanes
  • Kaldbak
  • Kaldbaksbotnur
  • Kirkjubøur
  • Kollafjørður
  • Koltur
  • Nólsoy
  • Norðradalur
  • Oyrareingir
  • Signabøur
  • Sund
  • Syðradalur
  • Tórshavn
  • Velbastaður
  • Vel evni
  • Burturkast
  • Bústaður
  • Býarmenning
  • Bygging
  • Dagstovnur
  • Drekkivatn
  • Heilsa
  • Mentan og frítíð
  • Náttúra og umhvørvi
  • Politikkur
  • Skúli og frítíðarskúli
  • Vegir og ferðsla
  • Vinna
18. januar 2022
Villingardalsvegurin fingið stóran skaða

Tað var ein knappligur leki millum jólanna á høvuðsleiðingini úr Villingardali, sum gjørdi, at 450 tons av vatni runnu út upp á hálvan tíma, áðrenn skrúvast kundi fyri. Veruligi skaðin varð ikki sjónligur fyrr enn eftir, at kavin bráðnaði.

17. januar 2022
Partur av Villingadalsvegnum stongdur vegna vatnleka

Vegna vatnskaða á Villingadalsvegnum, verður vegurin stongdur fyri ferðslu frá Eystara Ringvegi niðan til Blákollugøtu.

17. januar 2022
Soleiðis verða jólatrøini í Havn endurnýtt

Nú jólatrøini í Havnini um dagarnar eru og verða tikin niður, so verða tey flestu borin niðan í Verkhúsið Virkni í Berjabrekku. Soleiðis hevur verið gjørt seinastu átta árini.

14. januar 2022
M. A. Winthers gøta stongd 17. januar frá kl. 8-13

Vegna stoypiarbeiði verður M. A. Winthers gøta stongd fyri allari ferðslu mánadagin 17. januar frá kl. 8 til 13.

Í hesum tíðarskeiðnum ber til at koyra niðan eftir Hoyvíksvegnum.

13. januar 2022
Ungdómshúsið á Velbastað letur upp fríggjakvøldið 14. januar

Fríggjakvøldið 14. januar klokkan 19 letur nýggja Ungdómshúsið á Velbastað upp. Avdúkingin av nýggja navninum og vinnaranum av navnakappingini er tó útsett. Nærri kunning kemur um hetta seinni. 

12. januar 2022
Koronastøðan setir dagstovnaøkið undir stórt trýst

Methøga smittustøðan, ið eisini sendir hópatal av frískum fólki heim í sóttarhald, hevur havt stórar avleiðingar fyri dagstovnaøkið í Tórshavnar kommunu.

Landsstýrið hevur, líka síðani koronusjúkan tók seg upp fyri skjótt tveimum árum síðani, valt at hava dagstovnaøkið opið, so at samfelagið annars kann virka so vanligt sum til ber.

Hitt okkum á Jobmatch 2021
Starv
Hitt okkum á Jobmatch 2021

29. desember er Jobmatch, og tá sita vit klár at práta við teg um starvsmøguleikar í kommununi. Her kanst tú lesa, hvussu Jobmatch er lagt til rættis í ár, og hvussu tú bíleggur eitt prát við okkum.

Skúlainnskrivingin 2022
Skúli
Skúlainnskrivingin 2022

Skúlainnskrivingin letur upp 15. desember 2021 og gongur fyri seg í bókingarskipanini BARN. Freistin at skriva inn í skúla er 16. januar 2022. 

Her kanst tú lesa um, hvat tú skalt hava klárt fyri at rita inn í skipanina, og hvussu tú ber teg at við at skriva títt barn inn í skúla ella frítíðarskúla.

Seks nýggj grundupptøkuøki til skúlarnar
Skúli
Seks nýggj grundupptøkuøki til skúlarnar

15. november 2021 fingu vit 6 nýggj grundupptøkuøki til kommunalu skúlarnar í Tórshavnar kommunu. Les um upptøkuøkini og dagførdu upptøkureglurnar her.

ALMENN HOYRING
Broyting í byggisamtyktini fyri øki við Tinghúsvegin

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um at broyta almennu byggisamtyktina fyri Tórshavnar kommunu fyri part av matr. nr. 722a, 722c, 722b og 723g, Tórshavn.

ALMENN HOYRING
Serstøk byggisamtykt fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um broyting av serstøku byggisamtyktini fyri vindmyllur í Hoyvíkshaga, partur av matr. nr. 139a, Hoyvík.

ALMENN HOYRING
Broyting í byggisamtyktini fyri Velbastað

Tórshavnar býráð samtykti á fundi 16. desember 2021 uppskot um at broyta byggisamtyktina fyri Velbastað fyri part av matr. nr. 52, Velbastaður.